Kúhegri
Kúhegri (frøðiheiti - Bubulcus ibis) er fuglur, ið vanliga heldur til í Suðurevropa.
Kúhegri | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Kúhegri og silkihegri líkjast nógv. Einasti munurin á fuglunum, er, at silkihegrin hevur svart nev, í mun til tað gula hjá kúhegranum. Kúhegri hevur fingið navn sítt, tí hann er ofta at finna saman við kríatúrum og serliga kúm.[1]
Sambært Jens-Kjeld Jensen er fuglaslagið upprunaliga úr Suðurevropa, men fyri nøkrum árum síðani byrjaðu fuglarnir eisini at nørast í ávísum støðum í Norðuramerika.[1]
Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri. Nú eigur kúhegri bæði í Norður- og Suðuramerika, og teir trívast væl.
Á heysti í 2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði.[2] Tummas Tomassen avmyndaði hendan fyrsta kúhegran á Viðareiði 28. september 2008. Seinni sóu fleiri hann.[3]
Tann næsti kúhegrin varð sæddur og avmyndaður av Honnu Joensen í Sandoynni 27.apríl 2018. Hetta er onnur skráseting av kúhegra í Føroyum.[3]
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Skuldi til Afrika endaði í Føroyum, in.fo, 02.10.2008
- Kúhegri í Ölfusi, ruv.is, 16. september 2015
- Fuglar í Føroyum - Kúhegri, faroenature.net (2012 - archive.org)
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 Skuldi til Afrika endaði í Føroyum, in.fo, 02.10.2008
- ↑ Kúhegri og missión, kmf.fo, 20. mai 2017
- ↑ 3.0 3.1 Sjáldsamar fuglar á vitjan - Kúhegri Bubulcus ibis (Linnaeus, 1758), jenskjeld.info