Juventus F.C.

(Ávíst frá Juventus FC)

Juventus er eitt fótbóltsfelag úr Torino, Italia, sum varð stovnað í 1897. Felagið er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Italia til allar tíðir, og er eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. Felagið hevur vunnið italska meistaraheitið 31 ferðir. Teir hava altíð spælt í Seriu A, burtursæð frá 2006-07, tí teir vóru noyddir at flyta eina deild niður orsakað av einari gølu í 2006, um avtalað spæl við dómarar. Sjálvt um teir byrjaðu við fleiri minusstigum, venjarin segði seg úr starvi og fleiri av bestu leikarunum funnu onnur feløg at spæla fyri, so megnaðu teir uttan trupulleikar at flyta uppaftur í bestu deildina. Heimastadion hjá felagnum er Juventus Stadion, sum rúmar 41.000 áskoðarum.

Juventus
Fult navn Juventus Football Club S.p.A.
Kelinavn [La] Vecchia Signora[1] (Gamla daman)
[La] Fidanzata d'Italia (Daman hjá Italia)
[I] bianconeri (Hvít-svørtu)
[Le] Zebre (Sebrairnar)
[La] Signora Omicidi (Dreparadaman)[2]
[La] Goeba (Gallo-Italic fyri: Kúlu á rygginum)
Stovnað 1 november 1897; 126 ár síðan (1897-11-01) (sum Sport Club Juventus)
Vøllur Juventus Stadion,
Torino, Italia
Ground Kapasitetur 41 507[3]
Eigari Agnelli familjan (gjøgnum EXOR S.p.A, BITJUVE)
Formaður Andrea Agnelli
Venjari Massimiliano Allegri
Deild Serie A
2015–16 Serie A, 1.
Heimasíða Heimasíða
Núverandi leikár
Juventus leikarar 2012-13, tá teir spældu móti Shakthar Donetsk

Fótbóltshópur rætta

Dagført hin 15. oktober 2016 Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1   Gianluigi Buffon (Liðskipari)
3   Ve Giorgio Chiellini
4   Ve Medhi Benatia (lántur frá Bayern Munich)
5   Mi Miralem Pjanić
6   Mi Sami Khedira
7   Mi Juan Cuadrado (lántur frá Chelsea)
8   Mi Claudio Marchisio
9   Ál Gonzalo Higuaín
11   Mi Hernanes
12   Ve Alex Sandro
14   Mi Federico Mattiello
15   Ve Andrea Barzagli
17   Ál Mario Mandžukić
18   Mi Mario Lemina
Nr. Pláss Leikari
19   Ve Leonardo Bonucci
20   Ál Marko Pjaca
21   Ál Paulo Dybala
22   Mi Kwadwo Asamoah
23   Ve Dani Alves
24   Ve Daniele Rugani
25   Neto
26   Ve Stephan Lichtsteiner
27   Mi Stefano Sturaro
29   Ve Paolo De Ceglie
32   Emil Audero
33   Ve Patrice Evra
34   Ál Moise Kean
38   Mi Rolando Mandragora

Litir og eykanøvn rætta

 
Gomul mynd av Juventus leikarum í ljósareyðum blusum og svørtum slipsum og shorts.

Litirnir á búnum eru svart hvítar strípur niðureftir, tað minnir um búnarnir sum føroyska felagið TB nýtir. Teir hava brúkt hesir litirnir síðan 1903, tey fyrstu árini brúkti felagið ljósareyðar blusir og svørt shorts. Juventus hevur eisini eykanøvn: la Vecchia Signora (gamla daman) og la Fidanzata d'Italia (daman hjá Italia), hetta tí at Juventus tey seinnu árini hevur fingið fleiri og fleiri viðhaldsfólk úr Suðuritalia, sum hava arbeitt í Torino, tey eru serliga úr Palermo og Napoli. Onnur eykanøvn, ið vera knýtt at felagnum eru: i bianconeri (teir svørt-hvítu), le zebre (sebrain), hetta orsakað av litunum og strípunum.

Heiður rætta

Meistaraheiti í Italia rætta

 
Alessandro Del Piero leikti 513 dystir og skoraði 208 mál fyri Juventus frá 1993 til 2012.
  • Italska Meistaraheitið / Seria A: 31
1905, 1925–26, Til 1921, var meistaradeildin í italskum fótbólti Federal Football Championship, síðan tá, hevur tað verið Prima Divisione (Firsta Deild), Divisione Nazionale (Tjóðardeildin), og Seria A.</ref> 1930–31, 1931–32, 1932–33, 1933–34, 1934–35, 1949–50, 1951–52, 1957–58, 1959–60, 1960–61, 1966–67; 1971–72, 1972–73, 1974–75, 1976–77, 1977–78, 1980–81, 1981–82, 1983–84, 1985–86, 1994–95, 1996–97, 1997–98, 2001–02, 2002–03, 2011–12, 2012–13, 2013–14, 2014–15
1937–38, 1941–42, 1958–59, 1959–60, 1964–65, 1978–79, 1982–83, 1989–90, 1994–95, 2014–15
1995, 1997, 2002, 2003, 2012, 2013
2006–07
  • Nummar tvey (0): ongantíð

Evropeisk Meistaraheiti rætta

1984–85, 1995–96
1983–84
  • Nummar tvey(0): ongantíð
1976–77, 1989–90, 1992–93
1999
  • Nummar tvey (0): ongantíð
1984, 1996
  • Nummar tvey (0): ongantíð

Keldur rætta

  1. Eisini Madama á Piedmontesiskum máli.
  2. (Arpino et al. 1992, p. 613)
  3. "I numeri" (in Italian). ilnuovostadiodellajuventus.com. http://www.ilnuovostadiodellajuventus.com/Pages/i_numeri.aspx. Heintað 23 July 2011. 
  4. "Albo d'oro Supercoppa TIM" (in Italian). Lega Nazionale Professionisti Serie A. http://www.legaseriea.it/it/altre-competizioni/supercoppa-tim/albo-d-oro. Heintað 21 May 2012. 
  5. "Italy – List of Second Division (Serie B) Champions". The Record Sport Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/tablesi/ital2champ.html. Heintað 19 August 2009. 
  6. "European Champions' Cup". The Record Sport Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/tablese/ec1.html. Heintað 19 August 2009. 
  7. Til 1992, var meistaraliðskappingin hjá UEFA nevnd European Champion Clubs' Cup; síðan tá, hevur kappingin verið nevnd UEFA Champions League.
  8. The European Inter-Cities Fairs Cup (1958–1971) was a football tournament organized by foreign trade fairs in European seven cities (London, Barcelona, Copenhagen, and others) played by professional and—in its first editions—amateur clubs. Along these lines, that competition is not recognised by the Union of European Football Associations as an UEFA club competition; cf. "UEFA Europa League: History". Union des Associations Européennes de Football. http://www.uefa.com/Competitions/uefacup/History/index.html. Heintað 25 August 2009. 
  9. Intertoto-cup.com
  10. Uefa.com
  11. UEFA Super Cup 1985 finalan millum italska felagið og Everton, 1984–85 Cup Winners' Cup winners varð ikki leiktur orsakað av Heysel Stadion vanlukkuni; cf. "UEFA Super Cup: History". Union des Associations Européennes de Football. http://www.uefa.com/competitions/SuperCup/history/index.html. Heintað 25 August 2009. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið