Josh Groban
Joshua Winslow "Josh" Groban, føddur 27. februar 1981, er ein amerikanskur sangari, tónaskald, tónleikaframleiðari og sjónleikari. Fyrstu fýra soloplátur hansara seldu allar multiplatinum, og var í 2007 nummar eitt sum best seljandi tónleikari í USA, við 22.3 milliónum plátum seldum.[1] Í skrivandi stund (2015) hevur hann selt yvir 25 milliónir plátur uttanfyri USA.
Josh Groban | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. feb 1981 í/á Los Angeles |
Alma mater | Carnegie Mellon University, Los Angeles County High School for the Arts, Interlochen Center for the Arts |
Starv | singer-songwriter, tónleikari, opera singer, sjónleikari, pianist, sjónvarpsleikari, filmsleikari |
Mál | Italskt mál, Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | http://www.joshgroban.com/, http://www.joshgroban.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000055187336 |
VIAF | 59286881 |
LCAuth | no2002017784 |
IMDB | nm1169011 |
Commons | Josh Groban |
Josh las upprunaliga drama, men broytti meining og skifti til sang tá rødd hansara broyttist. Hann gekk í skúla í Los Angeles County High School for the Arts, sum er ein fríur almennur miðnámskúli á økinum hjá California State University, og har næmingarnir fá eina konservatorium líknandi útbúgving. í 1998 sendi sanglærari Josh sendi eitt band við honum syngjandi "All I Ask of You" frá sangleikinum The Phantom of the Opera til vin sín og tónleikaraframleiðara David Foster. David Foster ringdi til Josh, og bað hann at øva sangin "The Prayer" saman við Celine Dion, av tí at Andrea Bocelli sum skuldi syngja sangin var ov seinur, og kundi ikki møta fyrr enn seinni um kvøldið. Hetta var fyrir Grammy virðislønarhandanina 1998.[2] Stutt eftir hetta var Josh gestur í talkshowi Rosie O'Donnell, og við sum eykaleikari í tveimur pørtum av sjónvarpsrøðini Ally McBeal.
Diskografi
rættaTónleika ferðir
rættaFilm og sjónvarpsleiklutir
rættaJosh Groban hevur 6 ferðir verið gestur hjá Oprah Winfrey, eisini hevur hann verið gestur hjá The Ellen DeGeneres Show, Larry King Live, The Rosie O'Donnell Show, Tim & Eric Awesome Show, Great Job!, The Tonight Show with Jay Leno, 20/20, Today, Macy's Thanksgiving Day Parade, Super Bowl XXXVIII, and Jimmy Kimmel Live.Hann hevur eisini fleiri ferðir verið gestavertur í morgunsendingini Live with Regis and Kelly ímillum 2006 og 2014.
Josh spældi leiklutin sum Malcolm Wyatt, ein kórdrong, í tveimur partum í sjónvarpsrøðini Ally McBeal í 2001, og hann hevur verið gestaleikari í tveimur pørtum av sjónvarps sangrøðini Glee sum hannsjálvur. Josh hevur somuleiðis verið gestaleikari í tveimur pørtum av amerikonsku útgávuni av skemtirøðini The Office, sum beiggji ein av høvuðsleikarunum í 2011 og 2012.[3]
Josh hevur ein lítlan leiklut í skemtifilminum Crazy, Stupid, Love. (2011) sum ein løgfrøðingur og sjeikur ein av høvuðspersónunum.
Summarið 2014 var Josh vertur í sangkappingini Rising Star. Dómararnir í sendingini, sum líkjist X-Factor og American Idol, vóru rapparin Ludacris, poppsongkvinnan Kesha og og countrysangarin Brad Paisley.
Góðgerðarsemi
rættaJosh groban hevur spælt i nógvum góðgerðartiltøkum millum annað VH1 Save the Music (2005), Tsunami Aid: A Concert of Hope (2005), Fifth Annual Adopt-A-Minefield concert (2005), 2nd Annual Grammy Jam (2005), Live 8 (2005), The Heart Foundation Gala (2005), og David Foster and Friends Charity Gala (2006). Hann sang eisini solo í lagnum We Are The World 25 for Haiti (2010).
Hugtikin, eftir eina ferð saman við Nelson Mandela til Suður Afrika í 2004, setti Josh fondin "Josh Groban Foundation to help children in need through education, healthcare and the arts" Nelson Mandela gjørdi eisini Josh til ein ambassadør í "Projekt 46664", sum var ein verkætlan, ið skuldi vísa heiminum fylgjurnar av HIV/AIDS í Afrika
Í 2007 gav Josh Groban 150.000 dollarar til Charlotte-Mecklenburg Schools til at fíggja tónleika frálæru.
Hvørji jól fer Josh eina handilsferð í við fondi sínum Toys-for-Tots, har hann keypir leikutoy í jólagávur til barnafamiljur, sum eru illa fyri fíggjarliga á jólum. Alt hetta er bert ein brotpartur av fondum, verkætlanum, og peningagávum, sum hann hevur verið settur í samband við.