Johanna TG 326
Johanna TG 326 er ein slupp, sum er heimahoyrandi í Vági. Tað er Felagið Johanna TG 326, sum eigur sluppina. Ábyrgdarpersónur er Gudmund Kárason Jacobsen.[1] Johanna var til fiskiskap fram til 1972. Nú verður sluppin brúkt til styttri og longri leigutúrar bæði í Føroyum og til grannalondini.
Søgan
rættaJohanna varð smíðað í Rye, Sussex í Suðuronglandi í 1884 á skipasmiðjuni, sum James Collins Hoad átti. Tá nevndist hon Oxfordshire. Fyrsti eigarin varð John William Haylock úr Dulwich í Surrey. Í Oktober 1894 keypti Georg Edv. James Moody, ein stórur reiðari í Grimsby, Oxfordshire, men seldi hana aftur í Desember sama árið til Jákup Dahl, handilsmann í Vági, tá fekk sluppin navnið Johanne. Hetta var fyrsta sluppin, sum Jákup Dahl sjálvur átti. Hann keypti seinni fleiri aðrar sluppir og stovnaði fyritøkuna A/S J. Dahl. Fyritøkan átti yvir 20 sluppir og skonnartir og hevði nógv ymiskt virksemi í Vági, bæði innan fiskiskap, fiskavirking og handil.
Johanna var fiskiskip, men undir seinna heimsbardaga hevði Stóra Bretland stóran tørv á matvørum, eisini á fiski, og tí vóru tað fleiri føroysk fiskiskip, sum løgdu um til flutningsskip. Johanna sigldi til Íslands, har hon fekk ísaðan fisk í lastina, sum hon so førdi til Skotlands. Fiskurin sum føroysku skipini førdu til Stóra Bretlands kom sera væl við hjá bretum. Winston Churchill nevndi eisini føroyingar í einari talu, hann helt eftir kríggið. Hetta nevndi Elin Mortensen, rithøvundur, í sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Sera nógvir føroyingar lótu lív undir seinna heimsbardaga í mun til fólkatalið. Tað vóru sjómenn, sum vóru við føroyskum fiskiskipum, sum blivu bumbaði av týskum kavbátum ella bumbu flogførum ella sigldu á eina minu. Sluppin Johanna kom tó gjøgnum kríggið uttan at vera rakt av bumbum ella minum.
Johanna varð løgd í 1972 og fór ikki til fiskiskap aftur. Hon lá við kai í Vági til 1980, tá ætlaði eigarin A/S J. Dahl at søkkja hana, men í síðstu løtu varð gjørt av at bjarga sluppini. Í 1981 varð settur á stovn ein grunnur, nevndur Johanna TG 326, sum hevði til endamáls at bjarga sluppina Johannu TG 326 og seta hana í upprunastand, soleiðis at hon kundi verða eitt minni um ta farnu slupptíðina. Tað árið keypti grunnurin Johanna TG 326 sluppina Johannu frá A/S J. Dahl fyri 1 kr. Johanna varð síðan løgd upp á land, har hon skuldi setast í uppruna stand. Sera nógv fólk vóru við í arbeiðnum at seta sluppina í stand, og stuðul var veittur úr øllum landinum. Alt arbeiði var gjørt sjálvboðið í fyrstani. Fólk úr grunninum skipaðu m.a. fyri bingo, fyri at savna pening til tilfar og annað sum kostaði pening. Ein av eldsálunum tá var Ovi Mikkelsen, sáli (doyði í mai 1995).<ref> Ein annar vágbingur, sum hevur arbeitt nógv uppá sluppina Johannu, og sum nú er formaður í grunninum, er Gudmund Jacobsen, skipstimbari og eigari av Vágs Skipasmiðju. Johanna verður nú brúkt til ferðavinnu endamál, sum styttri túrar (útferðir), men eisini til leiguferðir í Føroyum og t.d. til Hetlands.
Slóðir úteftir
rættaKeldur
rætta- ↑ Skipalistin 2012 (bók)