Jens Pauli Heinesen

(Ávíst frá J. P. Heinesen)

Jens Pauli Heinesen f. 12. november 1932 í Sandavági, deyður 19. juli 2011 í Tórshavn var føroyskur rithøvundur. Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav. Jens Pauli var ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975. Hann giftist 11. august 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík, saman fingu tey tvær døtur: Elin og Marionnu. Elin Heinesen er m.a. er kend frá tónleikalívinum og frá tíðini, tá hon var stjóri á Samvit (Ferðaráðið).

Útgivið

rætta

Skaldsøgur

rætta
  • Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, Tórsh. : Egið forlag, 1958. - 211 s.
  • Tú upphavsins heimur I, Tórshavn : Egið forlag, 1962. - 143 s.
  • Tú upphavsins heimur II, Tórsh. : Egið forlag, 1964. - s. 149-271
  • Tú upphavsins heimur III, Tórsh. : Egið forlag, 1966. – s. 277-409
  • Frænir eitur ormurin: skaldsøga, Tórsh.: Egið forlag, 1973. - 466 s.
  • Rekamaðurin, Tórsh. : Gestur, 1977. - 117 s.
  • Tey telgja sær gudar : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1979. - 133 s.
  • Nú ert tú mansbarn á foldum : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1980. - 162 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1)
  • Lýsir nú fyri tær heimurin : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1981. - 128 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 2)
  • Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara - 2. útg., Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 1981. - 207 s.
  • Leikur tín er sum hin ljósi dagur : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1982. - 169 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 3)
  • Markleys breiðist nú fyri tær fold : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1983. - 192 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 4)
  • Eitt dýpi av dýrari tíð, Tórsh. : Gestur, 1984. - 131 s. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 5)
  • Í andgletti : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1988. - 167 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 6)
  • Tú upphavsins heimur - 2. útg., [nógv broytt], Kollafirði : Árting, 1990. - 320 s.
  • Bláfelli : skaldsøga, Tórshavn : Gestur, 1992. - 246 s. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 7)
  • Ein ódeyðilig sál - og aðrar, Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1999. - 297 s.
  • Koparskrínið, Keypmannahavn : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2000. - 120 s.
  • Hvør var Nimrod - Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins 2004 - 178 s.

Stuttsøgur

rætta

Sorg: 1949. - 2 s.

Degningsælið : søgur Tórsh. : Blaðstarv, 1953. - 99 s.

Hin vakra kvirran Tórsh. : [s. n.], 1958 [i.e. 1959]. - 164 s.

Gestur : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1967. - 103 s.

Aldurnar spæla á sandi : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1969. - 152 s.

Í aldingarðinum : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1971. - 112 s.

Gamansleikur : søgur úr Krabburð Tórsh. : Egið forlag, 1974. - 151 s.

Degningsælið : søgusavn. - 2. útg. Tórsh. : Gestur, 1978. - 180 s.

Dropar í lívsins havi : søgusavn Tórsh. : Gestur, 1978. - 166 s.

Tann gátuføri kærleikin Tvøroyri : Hestur, 1986. - 158 s.

Gamansleikur 2 : søgur úr Krabburð Tórsh. : Gestur, 1995. - 142 s.

Rósa Maria : søgusavn Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1995. - 175 s.

Drongurin, ið átti eina hvíta holu. Stuttsøgan er úr savninum Gestir, 1967.

Líttli Frants Vilhelm 1967

Sjónleikir

rætta

Uppi í eini eikilund Tórsh., 1970. - 49 s.

Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi : sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum Tórsh., 1975. - [2], 74 bl.

Fýra sjónleikir Tórsh. : Gestur, 1985. - 227 s. Innihald: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi - 1975 Vælkomnir, føringar, her í vási - 1978 Skuggarnir - 1979 Uppi í eini eikilund - 1969

Sníkurin : læran um sálina : sjónleikur Tórsh., 1989. - 38 bl.

Eitt dukkuheim : sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen ; Jens Pauli Heinesen føroyskaði Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984. - [2], 83 bl. Upprunatittul: Et dukkehjem

Barnabøkur

rætta

Brúsajøkul Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 1987. - 72 s.

Ljóðbøkur

rætta

Gamansleikur 1 [ljóðbók] : søgur úr Krabburð ; Oskar Hermansen og Páll Danielsen lesa Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 t., 23 min.) Stuttsøgur - Endursøgn av bókini

Gamansleikur 2 [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2000. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 tímar, 43 min.) Stuttsøgur - Endursøgn av bókini

Nú ert tú mansbarn á foldum [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 6 kasettubond í húsa (Spælitíð: 7 tímar, 10 min.) (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1) Skaldsøga - Endursøgn av bókini

Rekamaðurin [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur Finst á spola á Føroya landsbókasavni

Tey telgja sær gudar [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur Finst á spola á Føroya landsbókasavni

Onnur verk

rætta

Íkast til 1984 : greinarøðin: Tann totaliteri staturin Tórsh. : Gestur, 1984. - 64 s. Greinarøðin áður prentað í Sosialinum, desember 1983

Sum dropar av blóð eru orð Tórsh. : Sprotin, 1995. - 212 s. Skúlabók - Úrvalsrit

Tíðarkjarr : hugleiðingar Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1998. - 423 s. Hugleiðingar

Týðingar

rætta
  • Leingi livi lítla tokið - Barnabók - skrivað og teknað hevur Charlotte Steiner ; týtt hevur Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Føroya Lærarafelag í samarbeiði við Illustrationsforlaget, [1958]. - 24 s. (Glæstribøkurnar ; 4)

Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984, 83 bl. ; 30 cm Upprunatittul: Et dukkehjem - Sjónleikur.

  • Knassi, Barnabók.eftir Sterling North ; Jens Pauli Heinesen týddi, Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 2000. - 191 s. Upprunatittul: Rascal.[1]

Handrit

rætta
  • E 227.1 Aldurnar spæla á sandi, Stuttsøgur
  • E 227.2 Degningsælið, Stuttsøgur
  • E 227.3 Dropar í lívsins havi, Stuttsøgur
  • E 227.4 Eitt dýpi av dýrari tíð, Skaldsøga
  • E 227.5 Frænir eitur ormurin, Skaldsøga
  • E 227.6 Hin havborni, Óprentað barnabók
  • E 227.7 Gestur, Stuttsøgur
  • E 227.8 Gamansleikur, Stuttsøgur
  • E 227.9 Í aldingarðinum, Stuttsøgur
  • E 227.10 Leikum fagurt á foldum, Óprentað handskrivað skaldsøga
  • E 227.11 Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Skaldsøga
  • E 227.12 Lýsir nú fyri tær heimurin, Skaldsøga
  • E 227.13 Markleys breiðist nú fyri tær fold, Skaldsøga
  • E 227.14 Nú er tú mansbarn á foldum, Skaldsøga
  • E 227.15 Rekamaðurin, Skaldsøga
  • E 227.16 Tann totaliteri staturin, Greinarøð
  • E 227.17 Tey telgja sær gudar, Skaldsøga
  • E 227.18 Tú upphavsins heimur, Skaldsøga
  • E 227.19 Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, Skaldsøga
  • E 227.20 Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? - Sjónleikur
  • E 227.21 Uppi í eini eikilund, Sjónleikur
  • E 227.22 Skuggarnir, Sjónleikur
  • E 227.23 Vælkomnir, føroyingar her í vási - Sjónleikur
  • E 227.24 Bláfelli, Skaldsøga
  • E 227.25 Tíðarkjarr I-II - Hugleiðingar
  • E 282 Din lek är som den ljusa dagen ; översätning från färöiskan av Inge Knutsson - Skaldsøga
  • E 340 Hin gátuføri kærleikin, Stuttsøgur
  • E 520 Sníkurin : (Læran um sálina) - Sjónleikur
  • E 593 At vilja frelsa heimin : frá bókasýningini Lesið føroyskt 1992. - 103 bl. - Fyrilestur
  • E 610 c Brøv til Heðin Brú, Postkort úr Spaniu frá Jens Paula Heinesen
  • F 20 xx Leikum fagurt [á foldum] - Óprentað maskinskrivað skaldsøga

Heiðurslønir

rætta

M. A. Jacobsens heiðursløn

rætta

Jens Pauli Heinesen hevur fleiri ferðir fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.

  • 1959: Hin vakra kvirran - stuttsøgusavn
  • 1969: Aldurnar spæla á sandi - stuttsøgusavn
  • 1973: Frænir eitur ormurin - skaldsøga
  • 1993: Bláfelli - skaldsøga - og raðið: Á ferð inn í eina óendaliga søgu.[2]

Mentanarvirðisløn Landsins

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. Bokaklubbin.fo Archived 2014-01-07 at the Wayback Machine Knassi
  2. "Jens Pauli Heinsesen". Bókasølan. 2012-05-26. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-26. http://archive.today/JHOR.