Ingvar Kamprad
Feodor Ingvar Kamprad, (føddur 30. mars 1926, † 27. januar 2018) var ein svenskur handilsmaður og stovnari av møblafyritøkuni IKEA.
Lívsleið
rættaIngvar var føddur í Pjätteryd, sum nú er partur av Älmhults kommunu í Svøríki. Hann vaks upp á einum bóndagarði, ið kallaðist Elmtaryd, tætt við bygdina Agunnaryd í Lyngby kommunu í landspartinum Småland. Abbi hansara var frá Týsklandi, men flutti við familju síni til Svøríkis.
Ingvar búði í Epalinges í Sveis frá 1976 til 2014. Eftir eina samrøðu hann hevði við TSR, sum er fransktmælta kringvarpið í Sveis, kom fram, at hann koyrdi ein Volvo 240 frá 1993, fleyg einans á economy class, eggjaði altíð starvsfólkum IKEA at skriva báðu megin á pappírørkum. Hann endurnýtti tebrøv, og tók við sær salt og piparørk, tá hann vitjaði á matstovum.[1] Eisini varð sagt, at Ingvar vitjaði IKEA handlar fyri at fáa eina "bíliga máltíð", og at hann keypti jólagávur sínar á eftir-jólaútsølum fyri at spara pening. Ingvar segði í bók síni Testement of a Furniture Dealer at "Tað er ikki av fíggjarligum orsøkum, at vit royna at sleppa undan luksus hotellum. Vit hava ikki brúk fyri fínum bilum, árinsmiklum titlum, búnum, ella øðrum status symbolum. Vit líta á styrki okkara og vilja!"[1] Ingvar átti eina villa í Sveis, eini stór bygdasethús í Svøríki og ein víngarð í Fraklandi.
Meðan Ingvar arbeiddi saman við møblasnikkarum í Póllandi tíðliga á starvsleið síni, bleiv hann alkoholikari. Í 2004 segði hann, at rúsdrekkamisnýstla hansara var undir kontroll.[2]
Seinna kona Ingvars, Margaretha Kamprad-Stennert, doyði av ókendari sjúku í 2011.[3] Í juni 2013 segði Ingvar frá, at hann hevði ætlanir um at flyta aftur til Småland í Svøríki seinni sama ár.[4]
Tilknýti til fasistarnar
rættaÍ 1994 komu persónlig brøv, sum vóru ogn hjá svenska fasista aktivistinum Per Engdal, fram í ljósið. Brøvini vórðu almannakunngjørd eftir deyða hansara, og vístu at Ingvar Kamprad hevði meldað seg inn í fasiststuðlandi flokkin Nysvenska Rörelsen, ella New Swedish Movement á enskum, í 1942 tá Ingvar var 16 ára gamal. Ingvar hevði samlað pening til flokkin og hjálpt til at skaffa nýggjar limir so seint sum í september 1945. Nær Ingvar fór frá flokkinum er óvist, men hildið verður, at Ingvar og Per Engdal hildu fram við vinskapi teirra fram til fyrst í 1950-árunum.[5]
Ingvar nýtti tveir kapittlar av bók síni Leading By Design: The IKEA Story og í einum brævi til IKEA starvsfólk í 1994, at greiða frá tí, sum hann sjálvur helt vera "størsta mistak í sínum lívi"[6] Ingvar greiddi frá, at hann var sterkt ávirkaður politisk av pápa sínum og týsku ommu síni í unglingaárunum.
Í 2011 greiddi tíðindakvinnan Elisabeth Åsbrink frá, at svenska trygdareftirlitið hevði eina fílu við navni Ingvars, markerað "Nazi", longu í 1943. Elisabeth greiddi frá, at í eini samtalu í 2010, hevði Ingvar sagt soleiðis: "Per Engdahl var ein stórur maður, og tað haldi eg við so leingi eg livi.[7]
Starvsleið
rættaIngvar fekk sum ungur áhuga í handilsvirksemi. Tá hann var ungur drongur, plagdi hann at selja svávulpinnar á súkklu síni til grannar sínar. Hann fann útav, at hann kundi keypa eskjur við svávulpinnum í buntum bíliga í Stockholm, og selja tær hvør sær fyri lítlan penga, men alíkavæl fáa eitt fitt yvirskot. Frá svávulpinnum fór hann at selja fisk, seinni jólaprýði, fræ, og uppaftur seinni kúlupennar. Tá Ingvar var 17 ára gamal fekk hann peningagávu frá pápa sínum, afturfyri eitt gott avrik í lesnaði hansara. Nakað av hesum peningi fór til at stovna møblafyritøkuna IKEA.[8]
IKEA varð stovnað í 1943 við køksborðið hjá mammu- ella pápabeiggja hansara Ernst.[1] Fyritøkan arbeiddi fyri tað mesta ígjøgnum post-ordrar. Navnið IKEA kemur frá fyrstu bókstavunum í navni og eftirnavni Ingvars (Ingvar Kamprad) og fyrsta bókstav í bóndagarðinum hann vaks upp á (Elmtaryd). Síðsti bókstavurin kemur frá nærliggjandi bygdini Agynnaryd. Hann opnaði sín fyrsta IKEA handil í 1965, men var so óheppin at vindur tók í neon skiltið við IKEA búmerkinum, sum hevði tað við sær, at tað fall niður og setti eld í handilsbygningin, sum brann í grund.[9]
Í juni 2013 fór Ingvar úr stjórnini í IKEA Holding SA, og yngsti sonur hansara Mathias Kamprad tók yvir við Per Ludvigson sum nevndarformanni í fyritøkuni. Sum svar uppá avgerð sína um at siga upp størvum segði 87 ára gamli Ingvar soleiðis:"Eg síggi hetta sum eina góða tíð til at fara úr nevndini í IKEA Group. Í hesum sambandi eru vit eisini í ferð við at fara í gjøgnum eitt ættarliðsskifti, sum hevur staðið á í nøkur ár." Mathias og tveir eldri beiggjar hansara, sum eisini hava leiðarastørv í IKEA, arbeiða við hugsjón fyritøkunar, og langtíðarstarvsætlan.[10]
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 1.2 http://www.newyorker.com/magazine/2011/10/03/house-perfect
- ↑ http://www.theage.com.au/articles/2004/07/14/1089694424455.html?
- ↑ http://www.aftonbladet.se/nyheter/article14071288.ab
- ↑ http://www.expressen.se/nyheter/ingvar-kamprad-flyttar-hem-till-sverige-igen/
- ↑ Nilsson, Karl N. Alvar Svensk överklass och högerextremism under 1900-talet ISBN 91-86474-34-0 pp. 155-156
- ↑ "Archive copy". http://entrepreneurs.about.com/cs/famousentrepreneur/p/ingvarkamprad.htm. Heintað 2014-12-21.
- ↑ http://sverigesradio.se/sida/artikel.aspx?programid=83&artikel=4660032
- ↑ "Archive copy". http://entrepreneurs.about.com/cs/famousentrepreneur/p/ingvarkamprad.htm. Heintað 2014-12-21.
- ↑ http://www.dailymail.co.uk/news/article-559487/He-lives-bungalow-flies-easyJet-dries-times-year--man-founded-Ikea-worth-pound-15bn.html
- ↑ http://qz.com/91159/ikeas-new-chairman-likes-pax-wardrobes-and-thats-about-all-we-know/