Lat upp høvuðsmeny
Volvo logo.svg
Volvo L495 Titan lastbilur frá 1965

AB Volvo er svenskt partafelag stovnað í 1926, ið er mest kent fyri framleiðslu av persónbilum, lastbilum og bussum. Volvo Aero framleiðir jettmotorar fyri svenska flogherin og part av rakettmotorinum hjá Ariane 5 rúmdarførunum. Høvuðstøðin hjá Volvo er í Göteborg í Svøríki.