Hotel Streym
Hotel Streym er eitt hotel í Tórshavn. Tað liggur væl fyri í Havn, niðri við Skansan, og vøksturin í ferðafólkatalinum seinastu árini er eisini komin hotellinum til góðar. Bruttovinningurin gjørdist 2,9 mió. kr í 2014, hetta er nakað betri enn í 2013, tá bruttovinningurin varð 2,7 mió. kr. Virksemi tekur veruliga dik á seg í 2008, tá ið støðisognin veksur við 4 mió. kr. Síðan tá hevur Hotel Streym havt yvirskot hvørt ár. Stjóri í felagnum er Svend Aage Ellefsen.