Kynsleyst hjúnalag
Kynsleyst hjúnalag (ella samkynt hjúnaband) er eitt hjúnalag millum tvey fólk av sama kyni. Fyrsta hjúnabandið millum tveir menn verður í 27 f.Kr. skrásett í Rómverska fullveldinum [1]. Hjúnalag millum samkynd nú á døgum, bleiv loyvt í summum londum í tí fyrsta tíggjuárinum av 2000-árunum. Hjúnalag millum tvey av sama kyni er ikki loyvt í Føroyum, heldur ikki skrásett parlag. Í Danmark hava samkynd í fleiri ár havt møguleika fyri at liva saman í skrásettum parlagi, men hin 7. juni 2012 samtykti danska Fólkatingið eina nýggja hjúnabandslóg fyri Danmark við 85 atkvøðum fyri og 24 ímóti. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland [2]. Í november 2014 vóru tað 18 lond, ið loyva hjúnabandi millum tvey av sama kyni: Argentina, Belgia, Brasil, Danmark, Finnland, Frakland, Ísland, Kanada, Luksemburg, Niðurlond, Noreg, Nýsæland, Portugal, Spania, Stórabretland, Suðurafrika, Svøríki, Uruguei og harafturat eru tað fleiri minni partar av londum, ið loyva tí, eitt nú partar av Meksiko og USA.
Í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri LGBT Føroyar í apríl 2013, taka heili 68 % undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 27 % seg vera móti hesum. 5 % siga seg ikki vita hvat tey halda um málið. Tá spurningurin verður býttur út á kyn, siga heili 72 % av kvinnum ja til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, meðan tað eru 65 % av monnum, sum siga ja. Størsta stuðulin fáa tey samkyndu í Norðstreymoy, har 81 prosent av borgarunum siga ja til samkynt hjúnarlag. Í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnabandslógini, soleiðis at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar [3].
Keldur
rætta- ↑ http://books.google.no/books?id=JoS4ffPU1-0C&pg=PA279&lpg=PA279&dq=Epigram+1.24+12.42+rome&source=bl&ots=A_I4HM8iDP&sig=99HgEx2B8hOqQZLkA1T3wG64e70&hl=en&sa=X&ei=d2TRUYq0N9SL4gTC3ICIBw&ved=0CCgQ6AEwAA#v=onepage&q=Epigram%201.24%2012.42%20rome&f=false
- ↑ "Folketinget vedtager homovielser - TV 2 Nyhederne". http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-50947219:folketinget-vedtager-homovielser.html. Heintað 2013-04-29.
- ↑ http://dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=8863&M=NewsV2&Action=1