Giro d'Italia
Giro d'Italia (á føroyskum Kring Italia) er ein av teimum trimum stóru teinasúkklukappingunum og verður hildin hvørt ár í mai/juni og varir í 3 vikur. Kappingin fer fram í Italia, men partar av kappigini kunnu eisini fara fram í onkrum ørðum landi í Evropa, t.d. byrjaði Giro d'Italia í Niðurlondum í 2016 og í Danmark í 2014.
Giro d'Italia 2018 | |
Kunning um kappingina | |
---|---|
Dato | Mai–juni |
Øki | Italia og onnur evropeisk lond |
Disiplin | Vegsúkklukapping |
Kapping | UCI World Tour |
Slag | Grand Tour |
Fyriskipari | RCS Sport |
Kappingarstjóri | Mauro Vegni |
Søgan | |
Fyrsta kapping | 1909 |
Útgávur | 99 (pr. 2016) |
Fyrsti vinnarin | Luigi Ganna (ITA) |
Flestir sigrar |
|
Seinasti | Chris Froome (GBR) |
Giro d'Italia varð fyrstu ferð hildið í 1909, har ið tilsamans 8 teinar á 2448 km vóru súkklaðir. Kappingin er saman við Tour de France og Vuelta a España ein av teimum trimum klassisku teinakappingunum, har Tour de France tó er tann mest týðandi.
Har tann fremsti súkklarin í Tour de France er kendur fyri at súkkla í gulari troyggju, so súkklar fremsti súkklarin í Giro d´Italia í ljósareyðari troyggju, á italskum nevnd Maglia rosa. Tann fremsti fjallasúkklarin súkklar í grønari troyggju (Maglia Verde), meðan súkklarin við flestum stigum koyrir í lilla (Maglia ciclimano). Í 2007 varð tann hvíta ungdómstroyggjan innførd aftur, eftir at hon hevði verið burturi í nøkur ár, hon nevnist Maglia Bianca.
Tríggir súkklarar hava vunnið kappingina fimm ferðir: Alfredo Binda, Fausto Coppi og Eddy Merckx. Italiumaðurin Felice Gimondi hevur staðið á sigurspallinum níggju ferðir, har hann tríggjar ferðir hevur vunnið, tvær ferðir á øðrum plássi og fýra ferðir á triðjaplássi.
Yvirlit yvir vinnarar
rættaByrjan í øðrum londum
rættaÁr | Land | Býur | Kelda(ur) |
---|---|---|---|
1965 | San Marino | [3][4] | |
1966 | Monaco | Monte Carlo | [3][4] |
1973 | Belgia | Verviers | [3][4] |
1974 | Vatikanið | [3][4] | |
1996 | Grikkaland | Athen | [3][4] |
1998 | Frakland | Nice | [3][4] |
2002 | Niðurlond | Groningen | [4] |
2006 | Belgia | Seraing | [4] |
2010 | Niðurlond | Amsterdam | [4] |
2012 | Danmark | Herning | [5][4] |
2014 | Norðurírland | Belfast | [4][6] |
2016 | Niðurlond | Apeldoorn | [7][8] |
Keldur
rætta- ↑ Gregor Brown (15 December 2012). "Foreign grand tour starts are big business". VeloNews (Competitor Group, Inc). Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 21 July 2014. https://web.archive.org/web/20140721071009/http://velonews.competitor.com/2012/12/tour-de-france/foreign-grand-tour-starts-are-big-business_269064. Heintað 23 June 2012.
- ↑ Luca Gialanella (11 April 2011). "Il Giro è sempre più globale Nel 2012 il via dalla Danimarca [The Giro is increasingly global in 2012 by Denmark]" (in Italian). La Gazzetta dello Sport. RCS MediaGroup. http://www.gazzetta.it/Speciali/Giroditalia/it/01-04-2011/giro-sempre-piu-globale-80690136930.shtml. Heintað 10 July 2012.
- ↑ 3.0 3.1 3.2 3.3 3.4 3.5 Fabio. "Giro d'Italia Stage Detail". Daily Peloton. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 18 August 2002. https://web.archive.org/web/20020818002601/http://www.dailypeloton.com/girotofour.asp. Heintað 6 August 2012.
- ↑ 4.00 4.01 4.02 4.03 4.04 4.05 4.06 4.07 4.08 4.09 4.10 Cycling News (21 February 2013). "Giro d'Italia confirmed start in Ireland for 2014". Cycling News. Future Publishing Limited. http://www.cyclingnews.com/news/giro-ditalia-confirmed-start-in-ireland-for-2014. Heintað 21 February 2013.
- ↑ "Formula and Itinerary". Gazzetta della Sport. 2012. pp. 6–7. http://images2.gazzettaobjects.it/Speciali/Giroditalia/2012/en/Regulation.pdf. Heintað 29 June 2012.
- ↑ "Giro to start in Ireland in 2014". ESPN. Associated Press. 21 February 2013. http://espn.go.com/sports/endurance/story/_/id/8970381/giro-start-northern-ireland-ireland-2014. Heintað 21 February 2013.
- ↑ "Giro 2016 start in Nederland". NOS. NOS. 26 May 2014. http://nos.nl/artikel/653028-giro-2016-start-in-nederland.html. Heintað 26 May 2014.
- ↑ "Giro d'Italia 2016". La Gazetta. 26 June 2015. http://www.gazzetta.it/Ciclismo/25-06-2015/giro-d-italia-2016-olanda-contador-120313155564.shtml. Heintað 28 June 2015.