Nairo Quintana
Quintana á Kring Baskaralandið 2013 | |
Persónlig kunning | |
---|---|
Fult navn | Nairo Alexander Quintana Rojas |
Fødd/ur |
Cómbita, Boyacá, Colombia[1] | 4. februar 1990
Hædd | 166 m (544 ft 7 in)[2] |
Vekt | 58 kg (128 lb; 9,1 st)[2] |
Kunning um lið | |
Núverandi lið | Movistar Team |
Disiplin | Vegsúkklukappingar |
Leiklutur | Súkklari |
Slag av súkklara | Serfrøðingur í klatring |
Professionel lið | |
2009 | Boyaca es para Vivirla |
2010–2011 | Café de Colombia–Colombia es Pasión |
2012– | Movistar Team |
Stórir sigrar | |
Eindagskappingar og klassiskar
| |
Infoboksin seinast dagførd hin 1. mai 2016 |
Nairo Alexander Quintana Rojas (føddur 4. februar 1990, Boyaca, Kolumbia) er ein professionellur kolumbianskur kappsúkklari, ið súkklar fyri ProTour súkkluliðið, Team Movistar. Hann er fjallasúkklari, men mótsatt øðrum kolumbianskum súkklarum dugir hann eisini sera væl at kappast innan einkultstart. Hann súkklaði seg beinleiðis inn á heimspallin í 2013, tá ið hann gjørdist nr. 2 í fronsku teinakappingini, Tour de France, og samstundis vann hann bæði fjalla- og ungdómstroyggjuna.
Sum bóndasonur vaks Quintana upp undir truplum fíggjarligum umstøðum. Sum 15 ára gamal, gjørdist fíggjarligu korini so hørð fyri pápa hansara, Luis, at hann keypti eina súkklu til Nairo Quintana, av tí at hann ikki longur hevði ráð at senda hann við bussinum í skúla. Familjan hjá Quintana var ikki von við at súkkla, og tí var hann heldur ikki greiður yvir, hvussu hart tað í veruleikanum var at súkkla tann dagliga teinin í skúlan. Men eftirsum at bólkar av amatørsúkklarum brúktu henda teinin til at venja súkkling í fjøllunum, so avgjørdi Quintana at hann fór at royna at fylgjast við teimum, fyri at vita um hann megnaði at súkkla líka skjótt sum teir. "Teir settu ferðina upp, men teir kláraðu ikki at koyra undan mær, so tá ið eg kom heim og segði tað við pápa mín, so gjørdist hann sera glaður. Hann keypti mær mína fyrstu kappsúkklu og síðan byrjaðu vit at luttaka í lokalum súkklukappingum.".
- "Eg eri føddur og uppvaksin í 2.800 metrar hædd, tað gevur mær ein fyrimun í hesi ítróttagrein, tað er besta stað í heiminum at venja í."
Sigrar
rættaTíðarlinja yvir úrslit frá Grand Tour kappingum
rættaGrand Tour | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 |
---|---|---|---|---|---|---|
Giro d'Italia | — | — | 1 | — | — | 2 |
Tour de France | — | 2 | — | 2 | 3 | |
Vuelta a España | 36 | — | WD | 4 | 1 |
WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki
Aðrar stórar teinakappingar
rættaKapping | 2011 | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Paris-Nice | – | – | 15 | – | – | – | – |
Tirreno-Adriatico | – | – | – | 2 | 1 | – | 1 |
Volta a Catalunya | 103 | 26 | 4 | 5 | – | 1 | – |
Kring Baskaralandið | – | – | 1 | – | 4 | 3 | – |
Tour de Romandie | – | – | – | – | 8 | 1 | – |
Critérium du Dauphiné | – | 38 | – | – | – | – | – |
WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki
Keldur
rætta- ↑ Casa Editorial El Tiempo. "Nairo Quintana". eltiempo.com. http://www.eltiempo.com/noticias/nairo-quintana.
- ↑ 2.0 2.1 "Nairo Quintana". Movistar Team. Abarca Sports. http://www.movistarteam.com/equipo/nairo-quintana. Heintað 3 January 2014.