Gambia
| |||
Tjóðarslagorð: «Progress, Peace, Prosperity» | |||
Tjóðsangur: «For The Gambia, Our Homeland» | |||
Alment mál | Enskt, Mandinka, Wolof, Fula | ||
Høvuðsstaður | Banjul | ||
Forseti | Adama Barrow | ||
Varaforseti | Isatou Touray | ||
Fullveldi | 18. februar 1965 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
11 300 km² 11,5 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
1 782 893 164,2/km² | ||
Gjaldoyra | Dalasi (GMD) | ||
Tíðarøki | UTC | ||
Økisnavn á alnetinum | .gm | ||
Telefonkota | +220
| ||
Tjóðveldið Gambia (enskt Republic of the Gambia) er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Banjul er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Serrekunda. Gambia hevur mark við bara Senegal. Málið er enskt, mandinka, wolof og fula. Landið liggur á vesturstrondini í Afrika og er (við sínum uml. 1,7 mió. íbúgvum) millum heimsins fátækastu lond. BTÚ pr. innbúgva er 290 USD, og landið hoyrir harvið til tey menningarlond, ið hava minstu menning, minstu inntøku og støðugt mattrot. Meginparturin av fólkinum er muslimar.
Búskapur
rættaLandbúnaður
rættaFlestu fólk liva av landbúnaði; týdningarmesta grøðin eru jarðnøtir. Konufólk hava týðandi leiklut í landbúnaðinum, tí teirra arbeiði er at dyrka rís. Men nú er nógv ríslendi tætt við strondina vorðið oyðilagt, tí at ov nógv salt er í jørðini. Nógv konufólk eru tí nú farin at dyrka grønmeti, sum tey selja á torginum í bygdini.
Ferðavinna
rættaFerðavinna er tann vinna í Gambia, sum veksur skjótast. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Gambia er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Alt fleiri norðurevropearar fara køldu vetrarmánaðirnar suður á vøkru, lýggju strendurnar at ferðast, men mong fara eisini inn í landið at síggja t.d. krokodillur, apur og fuglameingið í Gambiaá. Flestu ferðafólkini eru úr Bretlandi, tí at Gambia er gamalt bretskt hjáland, og mangir gambiar duga enskt. Men summi kvíða fyri, at tekur ferðavinnan yvirhond, fer hon at beina fyri eyðkenda, sorgleysa lívshugburðinum hjá fólkinum í Gambia.
Landafrøði
rættaLítla strandalandið Gambia er smalur geiri ella smalur kíli langt inn í Senegal. Har landið er breiðast, er tað ikki meiri enn 80 km. norður og suður.
Mentan
rættaÁtrúnaður
rættaSum í Senegal búgva mong fólkasløg her, og islam er størsti átrúnaður. Tað eru umleið 9 prosent kristin í Gambia.