Flaggdagar í Føroyum
Sambært kunngerð nr. 52 frá 23. apríl 2003 um flagging frá landsins bygningum, eigur at vera flaggað frá landsins bygningum soleiðis:
Flaggið verður vundið á stong kl. 8, tó ikki fyri sólarris, og tikið niðuraftur fyrsta heila klokkuslag undan sólsetri, tó ikki seinni enn kl. 21.
- 6. februar - Samiskur flaggdagur
- Langifríggjadagur (á hálvari stong)
- 25. apríl - Flaggdagur (Merkið viðurkent í 1940)
- 1. november - Minningardagur teirra sjólátnu (á hálvari stong)
- 6. desember - Tjóðardagur Finnlands