Pólrevur, fjallarevur ella arktiskur revur (frøðiheiti: Vulpes lagopus) er eitt ránsdjór í hundaættini. Hvítur fjallarevur nevnist hvítrevur, og bláligur fjallarevur nevnist blárevur. 95 % av øllum revum í heiminum eru hvítrevar. Fjallarevur er at síggja um alla pólleiðina; hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Hann eigur á Íslandi, Grønlandi, Svalbarði, Jan Mayen, í Alaska, Norðurkanada, Noregi, Sámalandi, Norðurfinnlandi, Norðurrusslandi og Norðursiberia. [3][4] Føði hansara er fjølbroytt, og ofta tekur hann tað, sum hann kemur framá. M.a. etur hann síl, krabbadjór, fugl og smálomb.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Fjallarevur
Pólrevur í Manitoba, Kanada
Pólrevur í Manitoba, Kanada

Least Concern / Ikki Hótt [1]
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Canidae
Slekt: Vulpes
Linnaeus, 1758 [2]
Slag: Vulpes lagopus
Undirslag: A. l. fuliginosus

A. l. beringensis
A. l. groenlandicus
A. l. hallensis
A. l. innuitus
A. l. lagopus
A. l. pribilofensis
A. l. semenovi
A. l. sibiricus
A. l. spitzbergensis
A. l. ungava

Pólrevur er antin heilt ljósur ella bláligur - hvítrevur og blárevur. Blárevur er á liti millum dimt stálblátt og blámorreytt alt árið, tó ljósnar hann í summarsólini, men rótin er altíð dimm. Hann losar frá apríl til august, og summarfeldurin er meira morlittur. Nýggi vetrarfeldurin veksur aftur í september. Nú á døgum er hann bara óblandaður á Kommandorskioyggjunum í Beringssundi. Alla aðrastaðni kemur hvítrevur innan av meginlandinum og makast við blárev. Hvíti liturin kemur fram av stýrdum arvaeginleika. Blá- og hvítrevur eru nakað tað sama til støddar, upp í 75 til 90 cm langir, tá er halin helmingurin av longdini. Teir viga 4-5 kg, mest um veturin, og kallrevurin er størri. [5] Hvítrevur hevur blikahvítan brodd um veturin, rótin er gráhvít, og uttast á halasnippinum eru altíð svørt hár. Vetrarfeldurin veksur í september til november, og hann kastar ullina í apríl til august. Um summarið er halin á hvítrevi ljósari, og hann er ljósari undir búkinum, feldurin er morreyður og verri enn so litfríður sum summarfeldurin á blárevi. Í vetrarfeldinum á fjallarevi eru 75 % av ullini rót (uml. 20 % av ullini á reyðrevi er rót), hetta ger, at hann kemur undan, hóast kuldin fer niður um -40 °C. 



Lívsháttur



rætta
 
Tíkin leggur 5-6 hvølpar; onkuntíð 12. Revaparið alir hvølparnar, ið eru blindir, tvær fær fyrstu vikurnar. Tann fyrsta mánaðin eru teir í holuni ella tætt við.

Føðin hjá pólrevi í Íslandi er fjølbroytt og lagað eftir árstíðini. Hann tekur fugl, egg og ungar teirra, bleikju og síl, nýlembd lomb, krækling, krabba og ræ, helst av fugli og reindjóri. Í Norðurrusslandi og Grønlandi er mesta føðin hjá pólrevi hálvhvítur læmingi, men sum ískoyti tekur hann tað, sum hann kemur fram á. Blá revur fær sær føðina við strendurnar og undir fuglabjørgunum, tað, hann har finnur av deyðum fiski, igulkerum, fugli, kræklingum og skriðkyktum, men hann leitar eisini eftir føði inni í landinum, til dømis eftir ungum og eggjum, haruungum, berum og skordýrum. Um veturin livir pólrevurin av frystum ræ. Pólrevar halda seg tveir og tveir ella einsæris. Teir makast í mars, og bæði ala hvølparnar upp. Tær fyrstu tvær vikurnar eru hvølparnir blindir, og teir verða verandi í holuni tann fyrsta mánaðin ella har á leið. [6] Við strendur heldur blárevur seg á einum øki; harafturímóti hevur hvítrevur meira lyndi til at reika víða um eftir tí, sum stendur honum í boði úti á frostmýruni. Fíggindar hjá pólrevi eru m.a. haukur, úlvur, snjóugla, ørn og veiðifalkur. 


Pólrevur gongur kviðin í 7-8 vikur, og í løguni eru oftast 5-7 hvølpar, teir kunnu tó vera upp í 10-12, og teir verða lagdir í mai ella juni. [7] Hvølparnir eru fullvaksnir, tá ið teir eru uml. 10 vikur gamlir. Pólrevur er kynsbúgvin, tá ið han er ársgamal, og, eru árini góð, leggur revtíkin, tá ið hon er ársgomul. 3 til 5 ár eru ímillum tey góðu læmingaárini, og hvussu gongst hvølpunum hjá pólrevi, veldst um hesi árini; góð læmingaár, góð pólrevaár. Hvítrevur leggur fleiri hvølpar enn blárevur, tí grundarlagið undir føðini hjá blárevi broytist ikki so nógv sum hjá hvítrevi. Pólrevur kann gerast upp í 8 ára gamal, men hann verður sjáldan eldri enn 4.




Útbreiðsla og veiða



rætta
 
Kortið vísir viðastu útbreiðsluøki í heiminum.
 
Heimskort: Núverandi náttúrliga útbreiðslan er m.a. Grønland, Svalbarð, Alaska, Sápmi, Ísland, Kanada, Siberia, Jan Mayen og Norra.

Pólrevur er vanligt dýr um allan pólleiðina á øllum arktisku oyggjunum og á landøkjunum norðan fyri skógarmarkið. Blárevur er sermerktur oyggja- og strandarrevur; hvítrevur, harafturímóti, er upprunaliga frostmýrurevur. Hann heldur til inni í landinum og reikar hagar, hann sleppur eftir ísinum. 95 % av øllum revum í heiminum eru hvítrevar í t.d. Grønlandi, Kanada og í Alaska. Upprunaligi fjallarevurin verður hildin at vera komin innan av frostmýrunum seinni. Í Vesturgrønlandi er meiri blárevur, men í Eystur- og Norðurgrønlandi er størri parturin av pólrevi hvítrevur. Hann er sæddur á ísinum tætt við Norðpólin og miðskeiðis ímillum Grønland og Ísland, haðani hann upprunaliga man vera komin til Íslands. Í vestara helmingi í Íslandi er mest til av blárevi, men av øllum pólrevunum í Íslandi eru 68 % blárevar, t.e. sama býtið sum í Suðurgrønlandi. Sunnanfyri er hann suður á 53 °N í Norðuramerika og 65 °N í Siberia (Russlandi), og hann hevur ongantíð verið búfastur í Føroyum.



Hóast pólrevurin í Norra hevur verið friðaður síðan 1930, eru bara eini 50 revar í stovninum. Nógvir granskarar hava undrað seg um, hví hesin lítli knái revurin ikki megnar at nøra seg. Villir pólrevar verða fangaðir og verða sleptir í eina alistøð, har teir fáa tann mat og tann frið, sum er so neyðugur fyri, at makingin skal eydnast. Hvølparnir verða so lagdir í friði og náðum, og so skjótt sum teir eru til reiðar, verða teir sleptir út aftur. Í Íslandi verður stovnurin eftir veiðuni at meta hildin at vera 2-3000 fjallarevapør. At stovnurin er minkaður hesi seinastu 50 árini, verður hildið at vera, tí at seyðahaldið er umskipað, soleiðis at færri seyðir doyggja úti um veturin. Tú kanst veiða so nógv av íslendskum revi, tær lystir, men síðani 1992 er íslendska stjórnin givin at lata samsýning fyri teir fjallarevarnar, ið skotnir verða inni í landinum, og samsýningin fyri fjallarev, ið er skotin í landinum annars, er 25 % minni enn nú. Veiðitíðin í Grønlandi er frá 16. sept. - 15. okt. til 19. mars - 14. apríl, alt eftir hvar í landinum tú ert. Í Íslandi verða 450 fjallarevar veiddir um árið og í Grønlandi 4-6000 revar, av teimum eru 3500 blárevar. 

Revagarðar hava verið bæði í Føroyum, Noregi, Íslandi og Grønlandi.

Flokking

rætta
 
Umleið 10 vikur gamlir eru teir fullvaksnir.

Tað eru eini 11 ymisk undirsløg.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
 
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:


Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.iucnredlist.org/details/899/0
  2. http://www.biodiversitylibrary.org/item/80764#page/50/mode/1up
  3. http://www.iucnredlist.org/details/899/0
  4. Wozencraft, W. C. 2005. "Order Carnivora". In Wilson, D. E.; Reeder, D. M. Mammal Species of the World (3rd ed.). Johns Hopkins University Press. S. 532–628. ISBN 978-0-8018-8221-0. OCLC 62265494.
  5. http://animals.nationalgeographic.com/animals/mammals/arctic-fox/
  6. http://animaldiversity.ummz.umich.edu/site/accounts/information/Vulpes_lagopus.html
  7. http://animaldiversity.ummz.umich.edu/site/accounts/information/Vulpes_lagopus.html