Snjóuglan (frøðiheiti - Bubo scandiacus, Nyctea scandiaca) er næstan so stór sum ein gás. Tær ungu eru gráflekkutar; sum tær eldast, lýsna tær, og gamlir steggjar eru næstan snjóhvítir. Hon eigur norðast í kuldanum, Grønlandi, Russlandi (Siberia) og nógvum Íshavsoyggjum. Norðarlaga í Noregi eigur hon uppi á fjøllunum. Um veturin kemur hon oman í dalarnar, og stundum flytur hon seg nakað suður, hendir seg til Føroyar.

Snjóugla

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Strigiformes
Ætt: Strigidae
Slekt: Bubo
Slag: B. scandiacus
Bubo scandiacus

Hon er grammari enn hinar uglurnar; rýpur og entur tekur hon, eisini fisk, og hendir seg haru. Stór og sterk, sum hon er, tykist hon ikki at ræðast fyri nøkrum. Tá ið tað ræður um at verja ungarnar, fírir hon ikki fyri fólki; særd snjóugla brennir á bæði menn og hundar og klórar og bítur, so tað munar.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið