Rýpa (frøðiheiti - Lagopus). Í grannalondum okkara liva nógv vill sløg av høsnaættini. Eitt av teimum er rýpan — fjallarýpan. Hon er samlitt við lendið, um summarið svørt og grá og morsprøklut, um veturin hvít við nøkrum svørtum fjøðrum í velinum. Føturnir eru lodnir niður á klógv. Støddin er sum á dúgvu. Hon livir uppi á fjøllunum nærindis ísi og kava. Tað er spakur fuglur og góðvarin; og tí at hon eisini smakkar væl, verður hon nógv skotin. Íslendingar selja ikki so lítið av skotnum rýpum til útlondini. Fleiri ferðir hevur verið roynt at sleppa teimum leysum í Føroyum — tiknar úr Íslandi, Grønlandi ella Skotlandi. Einans tær grønlendsku livdu. So sera tungfloygdar, sum tær eru, hava tær tó sæst í at siga øllum oyggjunum. Men einans í Norðuroyum hava tær hildið sær; og einki nørast tær í seinnu tíðini, so ikki kann væntast, at tær koma at hava nakað at týða her.

Rýpa

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Phasianidae
Slekt: Lagopus

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið