Ferðaráð Føroya
Ferðaráð Føroya er eitt ráð við seks fólkum, sum hava til uppgávu at ráðgeva føroysku myndugleikunum og at leggja ætlanir fyri, hvussu Føroyar best verða marknaðarførdar. Uppgávurnar hjá Ferðaráði Føroya eru at menna Føroyar sum ferðamannaland og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Ferðaráðið varð endurstovnað í 2011, eftir at tað varð niðurlagt fyri nøkrum árum síðan, tá Samvit varð sett á stovn. Ferðavinnan hevur hoyrt til ymisk aðalráð. Undir ABC-samgonguni varð Samvit í 2009 lagt undir Uttanríkisráðið. Samvit varð síðani avtikið og tey fólkini sum starvaðust innan ferðavinnu í Samvit komu at starvast í Uttanríkisráðnum. Seinni vóru fleiri teirra uppsøgd, sum partur av sparingum í Uttanríkisráðnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti í 2009 á tað óhepna í, at Ferðavinnan liggur undir einum aðalráði, meðan samferðsla, flogferðsla og heilsufrøðiliga økið, sum eru týdningarmikil fyri menningina av ferðavinnuni, vóru verandi undir Vinnumálaráðnum. Tey mæltu til, at øll vinnumál vóru løgd undir eitt aðalráð.[1] Miðflokkurin setti í 2010 fram uppskot um at seta Ferðaráð Føroya á stovn aftur. Í viðmerkingum til uppskotið stendur millum annað, at uppskotið er meinlíkt Løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya, ið varð sett úr gildi við Løgtingslóg nr. 113 frá 13. desember 2006 um at seta úr gildi Løgtingslóg um Ferðaráð Føroya. [2] Lógin um Ferðaráð Føroya kom í gildi 1. oktober 2011.[3]
Ferðaráðið 2011-2015
rættaLandsstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl hevur valt seks fólk, sum skulu manna nevndina í Ferðaráði Føroya frá 2011 til 2015. Hesi umboða ferðavinnuna á ymiskum økjum: ferðasmiðir, ferðaflutningsvinnu, gistingarhús- og matstovuvinnu, økisferðavinnufeløg, mentamál og vinnumál.[4]
- Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, er formaður
- Anne Sophie Nordendal, leiðari á Vága kunningarstovu umboðar Økisferðavinnufeløgini og Kunningarstovurnar í Føroyum
- Eyð Matras, sjónleikari, umboðar mentanina í Føroyum
- Jóhanna Rasmussen, booking manager, Hotel Føroyar
- Magni Arge, Atlantic Airways
- Rúni Vang Poulsen, Smyril Line
Keldur
rætta- ↑ Portal.fo, Øll vinnumál undir eitt aðalráð[deyð leinkja]
- ↑ Logting.fo, Uppskot til Løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
- ↑ Logir.fo, Lógin um Ferðaráð Føroya
- ↑ "Aktuelt.fo, Ráðið fyri Ferðaráð Føroya valt í dag". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-19. https://web.archive.org/web/20111119171944/http://aktuelt.fo/grein/radi_fyri_ferar_foroya_valt_i_dag. Heintað 2011-11-19.