Magni Arge
Magni Arge (føddur 15. desember 1959 í Tórshavn) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Tjóðveldi).
Magni Arge er sonur Niels Juel Arge, ið var útvaprsstjóri og rithøvundur, og bróðir journalistin og politikaran Jógvan Arge og farbróðir tónleikaran Una Arge. Hann er exam.art. í føroyskum og norðurlendskum málum og bókmentum frá Fróðskaparseturi Føroya frá 1985 og BA í stjórnarfrøði frá Aarhus Universiteti frá 1987. Hann hevur eisini lisið journalistikk á Danmarks Journalisthøjskole í 1987.[1]
Magni Arge var stjóri í Apple- og Canon-útbýtaranum T-Mac 1990–1993, formaður í Ferðaráð Føroya 1993–1996 og stjóri í Atlantic Airways 1995–2013. Arge hevur verið nevndarformaður í Oljuvinnufelagnum síðani 1993, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1997–2014 og nevndarformaður í Lundin Software síðani 2014.[1]
Magni Arge hevur verið 1. varalimur hjá Tjóðveldi til danska Fólkatingið síðan 18. juni 2015, eftir at hann fekk 1 082 persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum. Tjóðveldi hevur tann politikk, at um flokkurin fær annan limin valdan í Fólkatingið, og hesin eisini hevur sæti í Løgtinginum, so má viðkomandi velja annan sessin frá. Høgni Hoydal, ið vann fólkatingssessin í 2015, boðaði frá, at hann fór at søkja um farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kundi hugsavna seg um valkampin til løgtingsvalið, ið skuldi vera í seinasta lagi 28. oktober 2015. Magni Arge tekur sæti í Fólkatinginum, meðan Høgni er í farloyvi.[2]
Hann varð kosin «Ársins leiðari» av Synergi í 2005.[1][3] Hann er umrøddur í Who's Who in the World og Kraks Blå Bog, ávikavist tí amerikonsku og donsku útgávuni av Hvem er Hvem?.[1]
Hann hevur verið italskur konsulur í Føroyum síðan 2008.[1][4]
Á fólkatingsvalinum 2015 fekk hann næstflestar atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi, ið fekk tað eina av tveimum umboðum valt. Høgni Hoydal, ið varð valdur, fór í farloyvi í juli 2015, og tá tók Magni við sum fólkatingslimur.
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 1.2 1.3 1.4 "Profilurin hjá Magna Arges" (in english). LinkedIn. http://www.linkedin.com/pub/magni-arge/7/625/269.
- ↑ "Nyvalgt folketingsmedlem søger orlov" (in danish). TV 2. 22. juni 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-22. https://web.archive.org/web/20150622212832/http://politik.tv2.dk/valg2015/2015-06-22-nyvalgt-folketingsmedlem-soeger-orlov. Heintað 2015-06-24.
- ↑ "Ársins Leiðarar". Synergi. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-02-19. https://web.archive.org/web/20070219131700/http://www.synergi.fo/ymiskt/arsins_leidarar.htm. Heintað 2015-06-24.
- ↑ "Útlendsk umboðan í Føroyum". Løgmansskrivstovan. http://www.lms.fo/arbeidsoki/uttanrikisvidurskifti/utlendsk-umbodan-i-foroyum/.