Kunningarstova
Ein Kunningarstova (Enskt: Visitor Center ella Visitor information center ella Tourist information center) er eitt stað, har ferðafólk, fremmandafólk og eisini fólk sum búgva á staðnum kunnu leita sær kunning um útferðarmøguleikar í økinum, um vitjunarverd støð, fáa útflýggja eitt kort yvir økið osfr.
Kunningarstovur í Føroyum
rættaÍ Føroyum eru bæði kunningarstovur og kunningardiskar kring landið. Kunningarstovur eru m.a. á hesum støðum í Føroyum: Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Sandur, Miðvágur, Runavík og Fuglafjørður. Hesar kunningarstovur samstarva hvør við aðra og hava felags heimasíðusniði og allar síðurnar eita visit og so navnið á økinum ella býnum, t.d. visitnordoy.fo, visitsuduroy.fo og visittorshavn.fo. Tað er ymiskt, hvussu hesar kunningarstovur verða fíggjaðar. Nakrar vera partvís fíggjaðar av kommununum í økinum og við stuðli frá økisferðavinnufelagnum, sum fær stuðul úr landskassanum gjøgnum tað ráðið, sum ferðavinnan hoyrir undir. Øll økini í Føroyum hava hvør sítt økisferðavinnufelag, sum fær stuðul frá landinum fyri at menna ferðavinnuna í teirra øki, tey eru seks í tali (2013). Hesi ferðavinnufeløg kunnu lata stuðul til kunningarstovur, og tað hevur eisini verið føst mannagongd í fleiri av økjunum, at ein partur av rakstrinum hjá kunningarstovunum verður fíggjaður av hesum stuðuli. Kunningarstovurnar hava ein kunningarleiðara og tær størru kunningarstovurnar hava onnur starvsfólk afturat leiðaranum. Kunningarstovurnar á smærri økjunum hava sum oftast bert tað eina starvsfólkið. Í Suðuroynni og Eysturoynni eru kunningarstovurnar inni á býráðsskrivstovunum. Kunningarstovan í Havn hevur húsast ymsastaðni í miðbýnum. Í løtuni (2013) er hon á Vaglinum inni í húsinum hjá Gamla Bókahandli (H.N. Jacobsen's Bókahandil).[1]