Fílur
(Ávíst frá Fílar)
Ein fílur (úr arab. fil) talumál elefantur, kvæðamál ólivantur (úr miðenskum olifant) er eitt súgdjór, ið livir í Afrika og Asia. Tað eru trý núlivandi sløg av fílum í heiminum: Afrikanski runnafílurin, Afrikanski skógafílurin og Asiatiski fílurin - eisini ofta umrøddur sum indiskur fílur. Groft sagt er munurin fílanna ímillum, at afrikansku fílarnir hava stór oyru, meðan indisku fílarnir hava minni oyru. Afrikanski fílurin er størsta súgdjór á landi. Kvennfílurin og ungarnir halda tætt saman. Størsti kvennfílurin er oddafílurin og hinir elta hann. Afrikanski fílarnir fara ígjøgnum regnskógin í Afrika í flokki einir 20 saman.
Fílur | ||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ein afrikanskur fílur í Tansania
| ||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||
|
Dømi um útdeyð fílasløg eru t.d. Sýriskur fílur, Mammutur og Mastodontur.