Sýriskur fílur
Sýriskur fílur (latín Elephas maximus asurus), er eitt útdeytt undirslag av asiatiskum fíli.
Sýriskur fílur | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Mosaikkmynd av fíli ið leypir á stóran køtt, frá rómerska provinsinum Sýria
| ||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
|
Beinagrindir av Elephas maximus asurus eru funnar í Miðeystri í Turkalandi, Sýria og Irak, stavandi frá tíðarskeiðnum 3 mill. f.Kr. til ár 100 f.Kr.
Fornaldar sýriskir handverkarar skóru lutir úr fílabeini av sýriskum fíli. Framleiðslan var í hæddini í fyrstu øld f.Kr., tá aramæar framleiddu stórfingin innløgd prýði úr fílabeini til møblar. Henda ovurveiða av sýriskum fílum eftir fílabeini elvdi til endaligu týningina av slagnum.
Útsjónd
rættaSýriskur fílur var eitt tað størsta undirslagið av asiatiskum fíli, ið yvirlivdi upp til søguliga tíð, 3,5 m ella meir til hæddar. Funnar beinagrindir sýna at slagið líktiskt ikki nógv frá indiska slagnum burtursæð frá støddini.
Útbreiðsla
rættaSýriskur fílur var tað vestara undirslagið av asiatiskum fíli, útbreiðsluøkið rakk frá Sýria til Iran.
Orðadráttur
rætta"Sýriskir" fílar verða ofta nevndir í hellenistiskari søgu, tí seleukidisku kongarnir, ið høvdu nógvar krígsfílar, ráddu fyri borgum í Sýria í hesum tíðarskeiði. Summi halda, at hesir krígsfílar vóru indiskir fílar (E. m. indicus), ið vórðu útvegaðir av seleukidiskum kongum við teirra hertøkum í eystri. Tað er váttað av fornum keldum so sum Strabo og Polybius at seleukidisku kongarnir Seleucus I og Antiochus III høvdu stórar fjøldir av innfluttum indiskum fílum. Spurningurin, hvørt hesir indisku fílar vóru innfluttir tí at talið av heimligu sýrisku fílunum var farið at minka, ella tí at indisku fílarnir vóru lættari at temja og venja, stendur ósvaraður.
Hannibal hevði ein fíl nevndur "Surus"; hetta nevni kundi týtt "hin sýriski". Hesin var kendur sum hansara besti og størsti fílur. Í so fall kann hesin fílur hava verið av seleukidiskum uppruna, men tað verður bara til gitingar um hann var sýriskur ella indiskur. (Annars vóru vanligu krígsfílarnir hjá Karthagomonnum teir smærru norðurafrikansku fílarnir [Loxodonta africana pharaoensis], eitt undirslag av afrikanskum runnafílum ið eisini er útdeytt.)
Leinki úteftir
rætta- Elephants and the Nabataeans (á enskum)
- Forn mosaikkmynd ið sýnir ein sýriskan fíl berjast við asiatiska leyvu
- Mynd av beinagrindini av einum sýriskum fíli ið varð funnin í suður Anatolia í Turkalandi Archived 2011-07-28 at the Wayback Machine
- Skurðmynd av sýriskum fíli, kálk-alabastur, Sýria, uml. 3 øld f.kr.