Ebola
Ebola er virussjúka, ið hevur við sær ógvisliga bløðing og nógvan hita, og kann elva til, at tann sjúki doyr um fáar tímar, men vanliga doyr tann sjúki um eini 8 til 15 samdøgur. Ígerðartíðin er ímillum 4 til 12 dagar, so fer hitin upp ígjøgnum, og tann sjúki doyr.
Eingin heilivágur er fyri skjúkuni, og 9 av hvørjum tíggju, ið verða smittað, doyggja. Virusið kallað upp eftir Ebolaá í Sair, har sjúkan á fyrsta sinni varð staðfest í 1976, tá herjaði sjúkan í bæði Sudan og Sair, og hundraðtals fólk doyðu. Í 1995 fór sjúkan at herja í Kongo. Vánaligt reinføri og ring sjúkrahúsviðurskifti høvdu við sær, at sjúkan gjørdi nógv um seg og líktist eini farsótt.
Ebola er ongantíð staðfest í Føroyum.