Christian Pløyen (12. januar 1803 í Keypmannahavn - 9. juni 1867 í Holbæk) var helst fólkakærasti amtmaður Føroya. Hann var danskur løgfrøðingur og embætismaður. Frá 1830 var hann fúti í Føroyum, og frá 1837 til 1847 var hann føroyskur amtmaður. Hann var ógvuliga væl líddur millum fólk, og skrivaði millum annað Grindavísuna og lærdi seg føroyska málið. Í 1837 varð Pløyen, sum hevði verið fúti, tilnevndur amtmaður. Hann var øðrvísi enn flestu amtmenn og yvirhøvur væl dámdur, ikki minst tí hann sum fúti hevði yrkt Grindavísuna, sum lýsir grindadráp væl. Pløyen dugdi eisini at tosa føroyskt. Í 1839 var hann saman við trimum føroyingum á eini kanningarferð í Hetlandi fyri at læra av hetlendsku fiskivinnuni, sum tá var meira framkomin enn fiskivinnan í Føroyum. Ein liður í hesum framburðsstrevi var at úthandlar vóru settir á stovn á Tvøroyri (1836), í Klaksvík (1838) og í Vestmanna (1839).

Christian Pløyen amtmaður í Føroyum og Holbæk.

Útgivið

rætta
  • Grindavísan; tekningar Óli Petersen; lagt til rættis Jústines Olsen et al. - 2. broytta útgáva. - Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur, 2004.(48 s., [1] Archived 2007-09-27 at the Wayback Machine)
  • Erindringer fra en Rejse til Shetlandsøerne, Orkneyøerne og Skotland i Sommeren 1839. Keypmannahavn 1840, Tórshavn 1966, Vedbæk 1999.
    • Reminiscences of a voyage to Shetland, Orkney & Scotland in the summer of 1839; translated from Danish by Catherine Spence. Lerwick: T. & J. Manson, 1896.

Ávísingar úteftir

rætta


Amtmenn búsitandi í Føroyum
E.M.G. Løbner | C.L. Tillisch | F.F. Tillisch | C. Pløyen | C.E. Dahlerup | P. Holten | H.K.S. Finsen | L.H. Buchwaldt | C. Bærentsen | S.K.N. Rytter | V. Stahlsmidt | E. Olrik | H. Ringberg | C.A. Hilbert | V.A. Vagn-Hansen
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið