Emilius Marius Georgius Løbner

Emilius Marius Georgius Løbner (1766 - 1849) var amtmaður í Føroyum frá 1816 til 1825. Tað var Løbner, sum í krígsárunum fyrst í 19. øld tók stig til at fáa eitt samlað yvirlit yvir fólkatalið og vinnumøguleikarnar hjá hvørjum einstakum húsarhaldi í landinum. Burturúr hesum arbeiði komu Løbners talvur í 1814, sum hava upplýsingar um fólkatal, jarðarogn, neytahald, seyðahald, kornvelting, bátatal, ull og fugl í øllum Føroyum.

Í 1825 fór heilsan at bila hjá Løbner. Hann flutti av landinum, og Christian Tillisch varð settur sum fyribils amtmaður, og í 1828 varð hann tilnevndur amtmaður.



Amtmenn búsitandi í Føroyum
E.M.G. Løbner | C.L. Tillisch | F.F. Tillisch | C. Pløyen | C.E. Dahlerup | P. Holten | H.K.S. Finsen | L.H. Buchwaldt | C. Bærentsen | S.K.N. Rytter | V. Stahlsmidt | E. Olrik | H. Ringberg | C.A. Hilbert | V.A. Vagn-Hansen