Cecilia Wigant Eysturdal
Cecilia Wigant Eysturdal (fødd 1996) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk met í svimjing, bæði juniormet og seniormet. Í august 2015 fer hon at luttaka í norðurlandameistarakappingini í havsvimjing, sum verður í Svøríki. Í samband við venjingina til NM kappingina, svam hon frá Syðradali á Kalsoynni til Biskupsstøð í Klaksvík hin 28. mai 2015. Teinurin var á umleið 5 km og tók henni ein tíma og 21 minuttir og 3 sekund.[1][2]
Lívsleið innan svimjing
rættaNM í Open Water 2015
rætta- Silvur í 10 km havsvimjing við tíðini 2 tímar 17 minuttir og 37 sekund[3]
- Bronsu í 5 km havsvimjing við tíðini 1:08.10[4]
Reykjavík International Games 2015
rætta- Bronsu í 200 m frí við tíðini 2:08.02, hon setti nýtt føroyskt met.[5]
- Nr. 4 í 400 m frí við tíðini 4:30.47, sum var nýtt føroyskt met. Jutta Thomsen átti føroyska metið á 4:31.38, frá stevnu í Esbjerg í 2007.[6]
NM í Open Water 2014
rættaCecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi
- Silvur í 10 km open water við tíðini 2 tímar, 21 minuttir og 59 sekund[7]
Nr. 4 í 5 km open water við tíðini 1:08.35 tíma.
Danish Open 2014
rættaCecilia luttók á Danish Open í mars 2014. Leygardagin 29. mars setti hon nýtt føroyskt met á 1500 m frí á langgeil við tíðini 17.51.83, sum var triðskjótasta tíð í innleiðandi riðlunum.[8]
FM/FJM Stevna 2013 í Havn
rætta- Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:25.43, sum var nýtt føroyskt seniormet. Hinar tríggjar vóru: Birita Debes, Turið S. Christiansen og Astrið Foldarskarð
- Gull í 400 m frí við tíðini 4:26.05, systir hennara Victoria Wigant Eysturdal svam gott eitt sekund spakuligari og vann silvur.
- Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:55.91, sum var nýtt føroyskt seniormet. Hinar tríggjar vóru: Victoria Wigant Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes.[9]
- Silvur í 200 m frí við tíðini 2:10.07, lítlasystirin Victoria vann gull við tíðini 2:06.13[10]
NM í Open Water 2012
rættaCecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Amager Strandpark í august 2012. Hon vann bronsu í 5 km havsvimjing og kundi havt vunnið bronsu í 10 km havsimjing eisini, um hon ikki varð kolldømd, tá hon misti eina boyu.
- Bronsu í 5 km havsvimjing við tíðini 1:10.42.svimjing.com - Cecilia bronsu á NM í 5 km havsvimjing
Oyggjaleikir 2011
rættaCecilia luttók á Oyggjaleikunum 2011 á Isle of Wight.
- Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:56.59
- Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:22.75[11]
Keldur
rætta- ↑ nordlysid.fo Archived 2015-05-30 at the Wayback Machine, Cecilia svam av Syðradali á Biskupsstøð.
- ↑ svimjing.com, Cecilia svomið av Syðradali til Klaksvíkar í dag.
- ↑ nordportal.net - Cecilia fekk silvur við Nordisk Open Water í 10.000 metur
- ↑ svimjing.com
- ↑ svimjing.com - 'Sikken en fest', fyrsta finalukvøld á RIG 2015
- ↑ svimjing.com - Cecilia 4:30.47 og nýtt føroyskt met í 400 frí
- ↑ svimjing.com - Cecilia silvur á NM í Open Water
- ↑ svimjing.com, Cecilia 17:51.83 og føroyskt met í 1500 frí
- ↑ Livetiming.dk Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
- ↑ Livetiming.dk Kapping 35, 200m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
- ↑ Natwestiowresults2011.com Swimming - Women's 4 x 100m Medley Relay