Buddisma
Buddisma er trúarlæra, sum byggir á læru Siddharta Gautma (um 560 f.Kr. til 482 f.Kr.). Buddisma kom fyri uml. 2.500 árum síðan í India [1]. Hon breiddi seg skjótt, og nú eru fleiri enn 376 milliónir buddistar[2], teir flestu í Asia. Læran er ein av størstu trúarlærum í heiminum.
Budda
rættaBuddistar liva eftir læru Budda. Hann var ríkur kongssonur, men tá ið hann sá neyðina á jørðini, fór hann heimanífrá og fór at hugsa djúpt (meditera). Tað tók honum 3 ár at gerast alvitandi. Hann gjørdist munkur og fór at siga øðrum frá hugsanum sínum. Ein av høvuðsspurningunum í læru hansara er líðing, ið stendst av girnd menniskjunnar eftir tí jarðliga. Men hann, ið vinnur á hesi jarðligu girnd, sleppur undan allari líðing og fær fullkomnan frið, nirvana.
Munkar
rættaBuddistar, sum verða munkar, siga alla ogn frá sær og eiga bara reyðgul klæði, eina nál, eina vatnsílu, ein rakiknív og eina biddaraskál. Teir taka sær av børnum, hugsa djúpt og læra frá sær. Hvønn dag bidda teir fyri føðina. Teir livdi í aga og fráhaldni og vígdu lív sítt til grundan, bøn og undirvísing. Í summum londum búgva skúladreingir eina stutta tíð í kleystri. Kleystur til nunnur og munkar vórðu bygd í India og aðrastaðni í Asia. Summi kleystur gjørdust fróðskaparsetur, har nunnur og munkar lósu læknafrøði og røktaðu gomul og sjúk.
Veitsludagar
rætta- Dharmacakra dagur: Tá ið Budda prædikaði á fyrsta sinni.
- Vesakha Puja ella Wesak: 3-daga veitsla fyri týdningarmestu hendingunum í lívi Budda.
- Parinirvana: Tá ið Budda kom í nirvana.
- Bodhidagur: Tá ið Gautama gjørdist Budda.
Buddamyndir
rættaÓgvuliga nógvar standmyndir eru av Budda. Allar Buddamyndir líkjast, men eru ymiskar á stødd. Tær sýna Budda sitandi á lotusblómu. Myndin minnir fólk á góðvild Budda, djúphugsan og bøn.
Lívshjólið
rættaBuddistar trúgva eins og hindufólk á lógar- ella lívshjólið. Tað er ein endaleysur ringur av føðing og endurføðing teirra, ið ikki koma í nirvana. Her fevnir Maralívshjólið ella Samsra. Tað merkir, at líðingin er partur av Samsra. Menniskjan skal nýta Buddalæru at sleppa burtur úr Samsra.
Buddistar ynskja sær fullkomna friðin, tað er at koma í nirvana. Eydnast tað ikki, verða teir endurføddir, tá ið kroppurin doyr. Nýggja lívið verður eftir karma teirra. Karma er alt, ið gjørt í fleiri lívum, bæði ringt og gott. Budda lærdi, at áttaliðaði vegurin gongur til nirvana. Tey átta liðini eru røtt stremban, rætt arbeiði, ætlan, tala, atferð, røtt vitan, hugsan og djúphugsan.
Tempul
rættaÍ templum eru halgilutir av Budda, til dømis ein sandál ella klædnapetti. Tey, sum ganga í halgidómin, brenna rokilsi og ofra blómur og frukt.
Buddistiskar trúargreinir
rættaNú á døgum eru stívliga 376 milliónir buddistar, mest í Asia, nakrir fylgja t.d. hini einføldu hinayana-læruni, og aðrir fylgja hini torgreiddu mahayana-læruni.
Mahayana-buddisma
rættaTann greinin av buddismuni, sum verður nevnd mahayanalæran kom til Tibet seinast í 7. øld e.Kr. Mahayanskir munkar heingja bønarlepar á bønarhjólið. Tá ið hjólið snarar, er tað sum at biðja bønina.
Ovastu mahayansku munkarnir vóru nevndir lamar. Teir máttu ikki drekka rúsandi drykkir ella giftast [3].
Útbreiðsla
rættaHóast buddisman varð til í Norðurindia, búgva flestu buddistar nú á døgum í øðrum londum, til dømis í Tibet, Sri Lanka, Mongolia og Landsynningsasia [4].
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". http://www.woodlands-junior.kent.sch.uk/Homework/religion/buddhism.htm. Heintað 2011-06-10.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-07-07. https://web.archive.org/web/20070707044255/http://www.adherents.com/Religions_By_Adherents.html. Heintað 2011-06-10.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-12-15. https://web.archive.org/web/20101215082232/http://factsanddetails.com/china.php?itemid=218&catid=6&subcatid=34. Heintað 2011-06-10.
- ↑ http://www.buddhanet.net/e-learning/history/bstatt10.htm