Lat upp høvuðsmeny
Tortola
Roadtown
Kort yvir Bretsku Jómfrúoyggjar.

Bretsku Jómfrúoyggjar (enskt: British Virgin Islands) er ein oyggjabólkur í Vesturkaribiska havinum, eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin hoyrir politiskt til Stóra Bretland.

Bretsku Jómfrúoyggjar er ein av trímum oyggjabólkunum, ið saman mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hinir báðir oyggjabólkarnir eru Amerikonsku og Puertorikansku Jómfrúoyggjar. Allar hesar oyggjarnar eru partur av Smáu Antilloyggjum.

Bretsku Jómfrúoyggjar fevnir um fýra stórar oyggjar og 50 smáar oyggjar. Samlaða víddin hjá hesum oyggjunum er 153 km². Í 2018 búðu uml. 35.800 fólk á oyggjunum.[1] Høvuðsstaðurin eitur Road Town. Hann liggur miðskeiðis í størstu oynni, Tortola.

Størstu oyggjarRætta

# Oyggj Bretsku Jómfrúoyggjar Stødd (km2) Stødd (sq mi) Fólkatal (2010)
1 Tortola 55.7 km² 21.5 sq mi 23,908
2 Anegada 38 km² 15 sq mi 200
3 Virgin Gorda 21 km² 8 sq mi 3,000
4 Jost Van Dyke 8 km² 3 sq mi 297

Ávísingar úteftirRætta

KeldurRætta