Birgir Kruse
Birgir Kruse (føddur 20. juni 1957) er lærari, ritstjóri, bloggari, free lance journalistur[1] og formaður í Filmsfelagnum.
Lívsleið
rættaBirgir er útbúgvin á Føroya Læraraskúla í 1985 og hevur pedagogiska diplomútbúgving frá Danmarks Pedagogiske Universitet, æstetiskt institut v/Birgitte Holm Sørensen í 2000. Birgir hevur gjørt nógvar útvarpssendingar í Kringvarp Føroya síðan 1977, teirra millum Náttarravnar frá 1992.
Í 1998 fekk Birgir Nordboks Journalistpris fyri mentanarsendingarnar Vetrarbreytin.[2] Síðan 1984 hevur Birgir verið formaður í Filmsfelagnum og síðan 1988 skrivari í Norrøna Felagnum í Føroyum. Eftir aldarskiftið var Birgir formaður í eini nevnd, sum varð sett at orða ein kommunalan lista- og mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu "Havnin - livandi, kveikjandi, skapandi". Fyri Tórshavnar kommunu var Birgir umboð í stýrinum fyri Listastevnu Føroya, og samskipaði hundrað ára haldið sum fólkavald kommuna.
Í 2007 skrivaði Birgir skúlabókina "Fjølmiðlar", sum Føroya Skúlabókgrunnur gav út. Nevndarformaðurin, Árni Dahl, vildi hava Birgir at standa fyri føroyska partinum av altjóða átakinum Google Book Search, so føroyskir næmingar kundu fáa føroyskt aftursvar, tá teir leitaðu á netinum. Túsund føroyskar bøkur vórðu lisnar inn í skipanina hjá Google í Mountain View í California. Fjølrit stuðlaði ætlanini við einum juridiskum responsum um ófáiligar bøkur og at brúka Google sum sýningarglugga. Stjórin í Skúlabókagrunninum, Niels Petersen, setti Birgir at ritstjórna "Atlas til heim og skúla", sum eftir fýra ára samstarv við Harper Collins kom út í 2014. Síðan hevur Birgir arbeitt við opna undirvísingarportalinum Snar, serliga við temasíðum til undirvísing og tilfari til árliga holocaustdagin.
Fyri Norðurlandahúsið legði Birgir í 2012 lunnar undir Geytan, sum er føroyska filmsvirðislønin. Síðan 2006 hevur Birgir skrivað birkblog, sum helst er mest lisni bloggur á føroyskum. Hann skrivar regluliga um mentanarlig evni og viðurskifti, skrivar ferðafrásagnir og ummæli av mentanarligum tiltøkum.
Útgivið og ritstjórnað
rætta- 2006 - Birkblogg (føroyskur bloggur um m.a. føroyska mentan)
- 2007 - Fjølmiðlar, Føroya Skúlabókgrunnur[3]
- 2014 - Atlas til heim og skúla (ritstjórnað)
Heiður
rætta- 1998 - Nordboks Journalistpris fyri mentanarsendingarnar Vetrarbreytin.[4]
Keldur
rætta- ↑ Bjarnastein, Ingrid (24. september 2004). "Ein norðurlendsk avbjóðing". Sosialurin. https://www.in.fo/news-detail/ein-nor-urlendsk-avbj-ing.
- ↑ "Nordboks Journalistpris". Skúlablaðið. 1. november 1997. https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=nordboks%20journalistpris.
- ↑ Kruse, Birgir (2007). "Fjølmiðlar". Føroya Skúlabókagrunnur. https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Fjoldmidlar_net.pdf?fbclid=IwAR21mWPECP6a_c7Z51bXpn70XoLBiMqWNIXozekcHoo2nPYjv3BEh810XHY.
- ↑ Tróndarson, Sveinur (27. mai 1998). "Birgir Kruse fingið Nordbok virðislønina". Sosialurin. https://in.fo/news-detail/birgir-kruse-fingid-nordbok-virdisloenina.