Barnarættindi
Í fleiri enn 24 londum verða børn undir 15 ára aldur brúkt sum hermegi hjá stjórnini og í uppreistri [3]. Kríggj rakar børn meinast.
Hvønn dag doyggja uml. 22 000 [4] børn um allan heimin. Flestu teirra kundu livað, um heilsuviðurskiftini høvdu verið betri.
UNICEF, barnagrunnur ST, heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni [5][6]. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, til dømis fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla. Barnatalið økist, sum húski flyta av bygd og í bý.
ST-sáttmálin um barnarættindi
rættaST samtykti í 1959 Yvirlýsing um barnarættindi [7]. Í yvirlýsingini eru 10 greinir, ið skulu verja børn og tryggja teimum vælferð. Men ein yvirlýsing er ikki bindandi. Tí skeyt Pólland upp í 1979, altjóða barnaárið, at gerast skuldi ein altjóða sáttmáli um barnarættindi [8]. Lond, ið góðkenna ein altjóða sáttmála, binda seg samstundis at halda hann.
Á aðalfundi í ST 20. november í 1989 varð viðtikin altjóða sáttmáli um barnarættindi. Hann sigur m.a., at fólk undir 18 ára aldur er barn. Men undantøk eru. Í summum londum er lógaldurin lægri og barnaaldurin samsvarandi. Altjóða sáttmálin slóðar fyri tí, "ið gangnar barninum best". Húskið hevur størsta týdning í lívinum hjá barninum, og samfelagið hevur ábyrgd av, at altjóða sáttmálin um barnarættindi verður hildin.
Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Nú hava fleiri enn 140 lond [9] skrivað undir at halda tær 54 greinirnar í sáttmálanum.
Sáttmálin um barnarættindi hevur til endamáls at:
- Tryggja øll børn fyri órættvísi og útarming.
- Geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra.
- Gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn, men øll mannaættin, hevur krav um.
Einføld útgáva
rætta- 1. grein: Hvat er eitt barn. Allir persónar undir 18 ára aldur, ásetir landsins lóg ikki lægri lógaldur.
- 2. grein: Javnstøða og verja fyri mannamuni. Grundreglan um, at øll rættindi galda fyri øll børn uttan undantak. Tað er landsins skylda at verja børnini fyri øllum mannamuni.
- 3. grein: At tryggja áhugamálum barnanna. Tað er samfelagsins skylda at tryggja áhugamálum barnanna, tá avgerðir vera tiknar. Samfelagið hevur skyldu at gera serstakar reglur til verju fyri børnini.
- 4. grein: Útinning av endamálum sáttmálans. Samfelagið hevur skyldu at halda sáttmálan í orðum og verki.
- 5. grein: Leiðbeining av foreldrum. Foreldur eiga at verða leiðbeind soleiðis, at børnini búnast samsvarandi evnum og møguleikum teirra.
- 6. grein: Rætturin til lívið. Barnsins rættur til lívið og skylda samfelagsins at tryggja børnunum undankomu og menning.
- 7. grein: Navn og tjóðskapur. Børn hava rætt til navn og tjóðskap frá vøggustabbanum
- 8. grein: Verja av samleika. Skylda samfelagsins at verja og. um neyðugt, endurstovna barnsins grundleggjandi samleika (navn, tjóðskap og ættarbond).
- 9. grein: Verja foreldranna av barninum. Børn hava rætt at búgva hjá foreldrunum, uttan so at mett verður, at hetta samsvarar ikki tørvi barnanna. Børn hava rætt til samband við bæði foreldrini, hóast tey ikki búgva hjá teimum. Er tað av samfelagsávum, at barnið er tikið frá foreldrunum, hevur samfelagið skyldu at knýta sambandið aftur við foreldrini.
- 10. grein: At føra familjur saman. Børn og foreldur hava frítt at fara úr hvørjum landi sum helst og venda aftur til egið land at verða sameind.
- 11. grein: Barnaræning. Samfelagið hevur skyldu at forða fyri, at børn verða rænd í útlondum av foreldrum ella øðrum.
- 12. grein: Rættur at siga sína hugsan. Børn hava rætt at siga sína hugsan og krav um, at hugsan teirra verður vird.
- 13. grein: Frælsi at bera boð og fáa upplýsingar. Børn hava rætt at boða frá sínum kenslum og sjónarmiðum, tó uttan at gera seg inn á annara rættindi. Børn hava rætt at leita eftir, fáa og lata upplýsingar frá sær.
- 14. grein: Tanka-, samvitsku- og trúarfrælsi. Børn hava rætt at trúgva og tilbiðja. Samfelagið hevur skyldu at virða undirvísing í trúarlæru.
- 15. grein: Rættur at stovna feløg. Børn hava rætt at gerast limir í feløgum og vera við at stovna feløg, tó uttan at gera seg inn á annara rættindi.
- 16. grein: Verja av heimalívi. Børn hava rætt til verju fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í heimalívið.
- 17. grein: Týdningur av fjølmiðlum. Samfelagið hevur skyldu at tryggja børnunum atgongd til upplýsingar frá hóskandi nøgd av innlendis og altjóða tíðindamiðlum.
- 18. grein: Barnauppaling. Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at barnsins foreldur ella verji hava høvuðsábyrgdina av uppalingini, og at geva vegleiðing og hjálp í hesum sambandi.
- 19. grein: Verja fyri ringari viðferð. Samfelagið hevur skyldu at verja barnið fyri allari ringari viðferð frá foreldrum ella øðrum, at fyribyrgja allari ringari viðferð og at bøta um fylgjurnar av tílíkari viðferð.
- 20. grein: Foreldraleys børn. Samfelagið hevur serliga skyldu at verja børn, sum hava mist foreldur og familju og at tryggja teimum aðra røkt og, um tað krevst, ættleiðing.
- 21. grein: Ættleiðing. Samfelagið hevur skyldu at tryggja at loyvi einans verður givið til ættleiðing, um tað er til barnsins frama.
- 22. grein: Flóttabørn. Samfelagið hevur skyldu at tryggja serstaka verju av børnum á flótti ella sum søkja um flóttastøðu og at samstarva við avvarðandi felagsskapir flóttabørnum til verju og hjálpar.
- 23. grein: Brekað børn. Brekað børn hava rætt til bestu hjálp, umsorgan og upplæring at tryggja teirra sjálvsálit og møguleikar til ríkt og virkið lív.
- 24. grein: Heilsa. Børn hava rætt til heilsu og eiga at fáa læknahjálp við serligum atliti at fyribyrgjandi heilsurøkt. Samfelagið hevur skyldu at minka um tilburðir av barnadeyða og at virka fyri, at gamlir siðir, ið kunnu skaða heilsu barnanna, verða avlagdir.
- 25. grein: Reglulig kanning av viðurskiftum hjá børnum á stovni. Samfelagið hevur skyldu til við regluligum millumbilum at kanna viðurskiftini hjá børnum, ið búgva á røktar- og viðgerðarstovnum.
- 26. grein: Almannatrygd. Børn hava rætt til almannatrygd.
- 27. grein: Lívskrøv. Børn hava rætt til hóskandi lívskrøv. Foreldrini hava høvuðsábyrgdina av, at hesi krøv verða lokin, og samfelagið hevur skyldu at hjálpa til, um tað er neyðugt.
- 28. grein: Upplæring. Børn hava rætt til upplæring, og samfelagið hevur skyldu at tryggja øllum børnum skyldubundnan og ókeypis barnaskúla við menniskjansligum agareglum.
- 29. grein: Endamálið fyri upplæringini. Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at upplæringin virkar til at menna barnsins persónsmensku og evni, at hon fyrireikar barnið til eitt virkið vaksnamannalív, fremur virðingina fyri mannarættindum og at mennir virðingina fyri barnsins egnu mentunarligu og tjóðskaparligu virðum.
- 30. grein: Minnilutar. Børn, ið hoyra til minnilutabólkar, hava rætt til at liva samsvarandi teirra egnu mentan og átrúnaði og at tala sítt egna mál.
- 31. grein: Frítíð og hvíld. Børn hava rætt til frítíð, hvíld og spæl og at taka lut í mentarligum og skapandi virksemi.
- 32. grein: Barnaarbeiði. Samfelagið hevur skyldu at verja børn fyri arbeiðsumstøðum, ið kunnu hótta teirra heilsu, upplæring og menning. Minstialdur og trygd eiga at verða fyriskipað.
- 33. grein: Misnýtsla av rúseitri. Børn hava rætt til verju fyri misnýtslu av rúseitri og fyri at verða sett í arbeiði við framleiðslu og sølu av rúseitri.
- 34. grein: Kynslig misnýtsla. Børn hava rætt til verju fyri kynsligari misnýtslu, skøkjuvirki og medvirkan til barnaporno íroknað.
- 35. grein: Søla og rán av børnum. Samfelagið hevur skyldu til at nýta øll ráð at forða sølu av børnum og barnaráni
- 37. grein: Píning og revsing. Samfelagsins skyldur mótvegis børnum, ið eru handtikin ella sett í varðhald. Bann fyri píning, grimari ella niðrandi viðferð, revsing, deyðarevsing og lívlongum fongsli. Børn, sum sita í fongsli, hava rætt til menniskjansliga viðferð, mugu ikki sita saman við vaksnum og hava rætt til samband við familjuna.
- 38. grein: Vápnað stríð. Samfelagið hevur skyldu at halda altjóða avtalur um krígsførslu, eitt nú at tryggja at børn undir 15 ára aldur ikki taka lut í bardaga og at avmarka útskrivingn av 15-18 ára gomlum til vápnaða tænastu. Í Vápnaðum stríði hava øll børn rætt til verju og røkt.
- 39. grein: Endurbúgvandi røkt. Samfelagið hevur skyldu til at tryggja øllum børnum, ið hava verið fyri vanrøkt, píning ella misnýtslu, best møguliga viðgerð, soleiðis at tey kunnu mennast aftur sum samfelagsborgarar.
- 40. grein: Viðferð av børnum í rættinum. Børn undir ákæru hava krav um rættarhjálp og rættvísa viðferð. Samfelagið hevur skyldu til at hava serliga umsorgan fyri ungum lógbrótarum og at royna at endurbúgva teir heldur enn revsa.
- 41. grein: Barnsins frami. Landsins lógir ella altjóða reglur, ið tryggja børnum betri rættindi enn hesin sáttmálin, eiga at nýta frama, har tað er gjørligt.
- 42. grein: Almenn kunning um sáttmálan. Samfelagið hevur skyldu til at kunngera henda sáttmálan bæði fyri vaksnum og børnum.
- 43. grein: Nevnd at taka sær av barnarættindum. Skipað verður ein nevnd at taka sær av, at reglurnar í hesum sáttmála verða settar í verk og hildnar.
- 44.-54. greinir: Frágreiðingar til nevndina. Tey lond, ið hava staðfest henda sáttmálan, hava skyldu at senda nevndini frágreiðingar. Eftirlit við at sáttmálin verður hildin. Undirskrift, staðfesting, gildiskoma og onnur viðurskifti.
Keldur
rætta- ↑ http://edition.cnn.com/2011/WORLD/americas/06/09/cnnheroes.duron.miranda.argentina/index.html
- ↑ http://www.unicef.org/infobycountry/brazil_1920.html
- ↑ "Archive copy". http://www.childsoldiersglobalreport.org/content/facts-and-figures-child-soldiers. Heintað 2011-07-14.
- ↑ http://www.globalissues.org/article/715/today-over-22000-children-died-around-the-world
- ↑ http://www.cyc-net.org/cyc-online/cycol-0904-Homelessness.html
- ↑ http://www.womenaid.org/wcwi.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-01. https://web.archive.org/web/20111001025340/http://www.unicef.no/Om+UNICEF/UNICEFs+historie. Heintað 2011-07-14.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-18. https://web.archive.org/web/20110718161652/http://fadder.euinfo.no/barnekonvensjonen/. Heintað 2011-07-14.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-11. https://web.archive.org/web/20140211151110/http://treaties.un.org/Pages/ViewDetails.aspx?src=TREATY&mtdsg_no=IV-11&chapter=4&lang=en. Heintað 2011-07-14.