Bardagin í Mannafelsdali. (uml. 1307).

Bardagin í Mannafelsdali. Uml. 1307.


Í Akrabyrgi við Sumba høvdu frísar bústað. Høvdingur teirra var Hergeir, eisini kallaður “bóndin í Akrabyrgi”. Hann var viðgitin maður fyri styrki og átti átta prúðar og reystar synir.

Um somu tíð, hesin bóndin livdi, er sagt, at grundvøllurin var lagdur til kirkjumúrin, sum stendur enn í Kirkjubø í Streymoy.

Erlendur, sum var norðmaður og fyrrverandi kórsbróðir við dómkirkjuna í Bjørgvin (Bergen), varð vígdur til biskup í Føroyum av erkabiskupinum í Nidaros (Trondheimi) í januar 1268. – Erlendur sigst at vera tann biskupur, sum læt byggja “Múrin í Kirkjubø”. - Sagt verður, at Erlendur ríkaði Føroya kirkju, og tað kann ikki merkja annað, enn at tær ognir, sum hann legði undir kirkjuna - og sum ikki vórðu givnar - hava verið tiknar frá Føroya fólki.

Hann legði nógva jørð undir kirkjuna og píndi stórar skattir av føroyingum, fyri at fáa kirkjuna bygdað sum prýðiligast. Hetta líkaði ikki øllum, og øll, ið búðu fyri sunnan Hórisgøtu (í Suðurstreymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy), sýttu fyri at rinda skattin. – Oddamaður fyri uppreisturin var Hergeir úr Akrabergi. - Erlendur kallar Hergeir í brævi til norska kongin fyri ein “Belials sonur”, fíggindi Guðs og tí Kristnu kirkjunar og eitt ófriðarmenni.

At enda er Erlendur noyddur at fara til Noregs at verja seg ímóti ákærunum frá Føroyingum. Tann norski kongurin Hákun Magnusson V (1270-1319) var noyddur at taka stig móti Erlendi og kalla hann heim til Noregs orsakað av stríði hansara við føroyingar, tí hetta stríð kundi skaða viðurskiftini millum føroyingar og Norsku krúnuna.

Stríði millum sunnanmenn og Føroysku kirkjuna endar tó ikki her. Varamaður Erlendur, (Mús), heldur áfram við byggingina av Kirkjubømúrinum og at pína skatt av føroyingum. Tað endar við vápnaðum uppreistri.

Norðanmenninir skuldu koma saman í Norðstreymoy og samla lið fyri at herja á hinar og kúga teir undir biskupin. Men tá ið sunnanmenn fingu njósning av hesum, tóku teir seg eisini saman í flokk og fóru sum skjótast norður í móti teimum.


Í Mannafelsdali, sum er norðan fyri Kaldbaksbotn, møttust herarnir og ruku saman í bardaga. Sunnanmenn vóru við undirlutan og máttu víkja, og har varð stórt mannfall. Í dalinum síggjast enn mangir heyggjar, har teir, sum fingu bana í hesum bardaga, sigast at vera grivnir. Fyri norðan dalin stendur ein stórur steinur, sum kallast Brynjumannaborð, og tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenn flýddu.

Árið eftir komu sunnanmenn aftur at hevna henda ósigur. Tá stóð stríðið í dalinum við bygdina í Kollafirði, og nú vunnu sunnanmenn sigur á hinum partinum og drupu nógv fólk. Varamaður Bispsins, (Mús), mátti flýggja undan og slapp heilbjargin til Bispasetrið í Kirkjubø. Sunnanmenn vildu ikki gevast, fyrr enn teir høvdu dripið Mús og fóru tí eftir honum. Avrátt varð, at bóndan í Akrabyrgi, sum var høvdingur teirra, skuldi drepa hann. Mús var sloppin upp á kirkjumúrin við øks í hendi at verja seg við. Akrabergsbóndin og hansara menn stóðu undir múrinum í tríggjar dagar og tvær nætur. Tá ið triði dagurin var liðin at kvøldi, fell Mús í óvit av svongd og tosta og datt út av múrinum niður á jørðina, og varð hann dripin av bóndanum. Síðani brendi sunnanmenn bispasetrið í Kirkjubø í grund. Erlendur, sum sigst at hava verið “sjónskur”, stóð um sama mundið við vindeygað í kamari sínum í Bergen og græt, tí hann í einari sjón sá bispagarðin í Kirkjubø brenna.  

Erlendur doyði í Bergen 13. juni 1308 og er grivin har. - Í 1420 bleiv grøvin hjá Erlendi opnað og í grøvuni lá ein blýtalva,  sum við rúnaskrift og á latínskum umrøddi stríðið millum Erland Bisp og akrabergsbóndan Hergeir.

Í 1350 kom sóttin svarta og týndið mest alt fólkið í Føroyum. Dómkirkjan av steini, Kirkjubømúrurin, fór í søguna og bleiv ongantíð gjørd liðug.