Arktiska Ráðið
Arktiska Ráðið varð stovnað í 1996 og er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum USA, Kanada, Russland og Norðurlond [1]. Føroyar hava síðani 1998 verið formligur partur av danska limaskapinum. Arktiska Ráðið til endamáls at fremja samstarv og samskipan millum londini í Arktis um evni av felags áhuga, við denti á burðardygga menning og umhvørvisvernd. Limalondini skiftast at hava formansskapin fyri Arktiska Ráðið í eitt tvey ára tíðarskeið, sum endar við einum ráðharrafundi. Ráðharrafundurin samtykkir eina yvirlýsing, hvørs endamál er at lýsa politisku raðfestingarnar í arktiska samstarvinum. Ein fastur embætismannabólkur við umboðum á uttanríkispolitiskum stigi, kallað SAO (stytting fyri Senior Arctic Officials) heldur fund vanliga tvær ferðir um árið til tess at leiðbeina arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum og fyrireika mál og virkisætlanir til politiska viðgerð á ráðharrafundunum.
Arktiska Ráðið er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum átta statir, har Føroyar og Grønland eru partar av danska limaskapinum. Til ber sostatt ikki til at luttaka í egnum navni eina, men sendinevndin ber heitið “Danmark/Grønland/Føroyar”, og flaggað verður við øllum trimum fløggunum. Danmark hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2011. Í hesum sambandi vóru Føroyar, í oktober 2010, fyri fyrstu ferð vertur fyri einum SAO-fundi. Í Arktiska Ráðnum skal semja vera millum limalondini um allar avgerðir. Hesar avgerðir eru ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Arktiska Ráðið hevur ikki eina felags fíggjarætlan. Tað er upp til einstøku limalondini, hvørt tey ynskja at vera við til at fíggja ella á annan hátt stuðla verkætlanum og øðrum virksemi í Arktiska Ráðnum. Arktiska Ráðið hevur heldur ikki eina felags skrivstovu.
Limalondini í Arktiska Ráðnum
rættaÁtta lond eru limir í Arktiska Ráðnum. Av hesum eru fimm strandarlond. Tey eru Danmark, USA, Noreg, Kanada og Russland. Finnland, Svøríki og Ísland eru hinir limirnir í Arktiska Ráðnum. Danmark umboðar Føroyar og Grønland. Umframt limalondini og føstu luttakararnar eru ein long røð av londum og felagsskapum, bæði millumstjórnar- og áhugafelagsskapir, eygleiðarar í Arktiska Ráðnum.
Limalond
rættaEygleiðarar
rættaLondini, sum hava fasta eygleiðarastøðu eru Frakland, Niðurlond, Pólland, Spania, Stórabretland og Týskland. Harafturat hava nýggju millumlanda felagsskapir (haruppií NAMMCO) og ellivu millumlanda áhugafelagsskapir eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. Í løtuni eru tað ES nevndin, Japan, Italia, Suðurkorea, Fólkalýðveldið Kina, India og Singapor sum hava fyribils eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. Veðurlagsbroytingarnar og teir møguleikarnir, sum tær hava við sær, hava nú fingið fleiri lond at vísa áhuga fyri at sleppa upp í Arktiska Ráðið. Eitt nú hevur tann nýggja sjóleiðin í póløkinum stóran áhuga, og lond sum Kina og Suðurkorea vilja fegin sleppa at sita við borðið í Arktiska Ráðnum sum eygleiðarar. Tey átta londini, sum nú eru í Arktiska Ráðnum, eru sinnað at viðgera fyrispurningar frá londum, sum vilja hava eygleiðarastøðu, men tey eru eisini samd um, at tey vilja ikki hava ov nógvar eygleiðarar í ráðið. Áhugin fyri Arktiska Ráðnum er øktur í takt við, at Arktis seinnu árini veruliga er komið á skránna í heimspolitikki.
Føroysk luttøka
rættaFøroyar hava síðani 1998, sum partur av danska limaskapinum, verið umboðað á embætisstigi í Arktiska Ráðnum. Sendinevndin eitur “Denmark/Greenland/Faroe Islands”. Flaggað verður við øllum trimum fløggum og øll trý umboðini bera heitið SAO (stytting fyri "Senior Arctic Official"). Leiðarin fyri sendinevndina er umboð fyri danska uttanríkisráðið. Í januar 1998 skrivaði løgmaður Edmund Joensen til danska uttanríkisráðharran Niels Helveg Petersen, at landsstýrið hevði tikið avgerð um, at Føroyar skuldu hava ein meira virknan leiklut í Arktiska Ráðnum. Løgmaður vísti á, at føroyska luttøkan inntil tá hevði verið avmarkað og á embætismannastigi. Løgmaður heitti á danska uttanríkisráðharran um at bera so í bandi, at føroyska luttøkan í arktiska samstarvinum varð formliga viðurkend. Danski uttanríkisráðharrin svaraði, at hann fegin vildi virkað fyri hesum og at føroysk luttøka var vælkomin í donsku sendinevndini á embætismannastigi eins og á politiskum stigi.
Undir fyrsta ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum í Kanada á heystið 1998 bar danska sendinevndin framvegis heitið Denmark/Greenland, hóast Føroyar høvdu fingið vissu fyri at verða formligur partur av arktiska samstarvinum og vóru umboðaðar við embætisfólki á fundinum. Heitt varð frá føroyskari síðu á donsku myndugleikarnar um at broyta navnið á sendinevndini til eisini at umfata Føroyar. Málið varð tikið upp við hini limalondini í Arktiska Ráðnum um at góðkenna broytingina av heitinum á donsku sendinevndini. Á várið 1999 var hetta komið undir land. Føroyar høvdu síðan eina virkna luttøku á embætisstigi á flestu SAO fundum fram til 2004 [5]. Eftir 2004 var føroyska luttøkan tó rættuliga óstøððug. Men, síðan Uttanríkisráðið varð stovnað, hava Føroyar aftur verið umboðaðar á øllum SAO-fundum.
Upprunafólk
rættaSeks felagsskapir fyri upprunafólk eru fastir luttakarar í Arktiska Ráðnum (á enskum Permanent Participants). Felagsskapirnir eru Inuit Circumpolar Council, Saami Council, Russian Arctic Indigenous Peoples of the North, Aleut International Association, Arctic Athabaskan Council og Gwich'in Council International. Hesir felagsskapir luttaka á jøvnum føti við limalondini í orðaskiftinum, tó eru teir ikki við til at taka formligar avgerðir í ráðnum [6]. Felagsskapirnir fyri upprunafólk bera ótta fyri, at verða ov nógvir eygleiðarar, fer tað at hava við sær, at teirra røddir vikna og tey lokalu áhugamálini sostatt missa ávirkan í arktiska samstarvinum.
Felagsskapirnir fyri upprunafólk hava eina felags skrivstovu, IPS (stytting fyri "Indigenous Peoples Secretariat"), sum hevur til endamáls at stuðla felagsskapunum í luttøkuni í Arktiska Ráðnum. IPS heldur til á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og verður fíggjað av Danmark.
Søga
rættaFormliga samstarvið um Arktis byrjaði við "Arctic Environmental Protection Strategy" (AEPS) í 1991. Talan var um eitt samstarv millum USA, Russland, Kanada, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki og Danmark/Grønland um umhvørvisvernd í Arktis. Samstarvið varð mett at vera fyrsta stigið at skapa trygd í arktiska økinum eftir, at kalda kríggið var hæsað av. Fimm ár seinni tók Kanada stig til at seta Arktiska Ráðið á stovn. Við Ottawa-yvirlýsingini frá 1996 varð AEPS samstarvið um umhvørvi víðkað til eitt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi, sum eisini tekur atlit at burðardyggari menning og livikorunum hjá íbúgvunum í Arktis. Síðan 1998 hava Føroyar, sum partur av danska limaskapinum, verið umboðað í Arktiska Ráðnum.
Arbeiðsbólkarnir í Arktiska Ráðnum
rættaSeks arbeiðsbólkar eru í Arktiska Ráðnum. Fýra av hesum "Arctic Monitoring & Assessment Programme" (stytt AMAP), "Conservation of Arctic Flora & Fauna" (CAFF), "Protection of the Arctic Marine Environment" (PAME) og "Emergency Prevention, Preparedness & Response" (EPPR) vórðu stovnaðir longu undir umhvørvissamstarvinum "Arctic Environmental Protection Strategy" (AEPS) frá 1991. Sum partur av avgerðini, um at seta Arktiska Ráðið á stovn, varð arbeiðsbólkurin "Sustainable Development Working Group" (SDWG) stovnaður, tí avgjørt varð, at Arktiska Ráðið eisini skuldi umfata burðardygga menning og livikor hjá íbúgvunum í Arktis, umframt umhvørvisvernd. Seinni er arbeiðsbólkurin "Arctic Contaminants Action Program" (ACAP) komin afturat í 2006. Hvør arbeiðsbólkur hevur egið stýrið og egna skrivstovu. Skrivstovurnar liggja í ymsum limalondum og eru fyrst og fremst fíggjaðar av vertslandinum. Heimildina til virksemi fáa arbeiðsbólkarnir á ráðharrafundunum. Á SAO-embætismannafundunum kunna arbeiðsbólkarnir um sítt virksemi. Føroysk luttøka er í flestu av arbeiðsbólkunum.
- AMAP (Arctic Monitoring & Assessment Programme[7]).
- CAFF (Conservation of Arctic Flora & Fauna[8]).
- EPPR (Emergency Prevention, Preparedness & Response[9]).
- PAME (Protection of the Arctic Marine Environment [10]).
- SDWG (Sustainable Development Working Group [11]).
- ACAP (Arctic Contaminants Action Program [12]).
Slóðir úteftir
rættaKeldur
rætta- ↑ http://snl.no/Arktisk_R%C3%A5d
- ↑ http://www.vp.fo/pages/posts/nuuk-yvirlysingin-undirskrivad-a-arktiskum-toppfundi-9662.php
- ↑ http://www.state.gov/r/pa/prs/ps/2011/05/162840.htm
- ↑ http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=3445
- ↑ http://www.ur.fo/Files/Billeder/Uttanrikisradid/tekstir/St%C3%B8%C3%B0ul%C3%BDsing%20-%20Dagf%C3%B8rd%20%C3%BAtg%C3%A1va%20(3).pdf[deyð leinkja]
- ↑ http://www.arctic-council.org/index.php/en/about-us/permanent-participants/aleut-international-association-aia/123-resources/about/permanent-participants
- ↑ http://www.amap.no/
- ↑ http://www.caff.is/
- ↑ http://eppr.arctic-council.org/
- ↑ http://www.pame.is/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-01-14. https://web.archive.org/web/20130114204240/http://portal.sdwg.org/. Heintað 2014-04-09.
- ↑ http://acap.arctic-council.org/