AMAP (stytting fyri Arctic Monitoring and Assessment Programme) varð stovnað samstundis sum AEPS ("Arctic Environmental Protection Strategy") í 1991. AMAP hevur skrivstovu í Oslo. AMAP er ein virkin arbeiðsbólkur við fleiri serfrøðingabólkum, sum eru mannaðir við limum úr øllum ella flestu limalondunum. AMAP arbeiðir serliga við at skapa samanberiligar lýsingar av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum í arktisku náttúruni og hvørji árin umhvørvisdálkingin hevur á fólkaheilsuna hjá íbúgvunum í arktiska økinum. Úrslitini av kanningunum verða nýtt í støðismetingum av umhvørvinum í Arktis. Niðurstøðurnar í støðismetingunum hava havt týðandi lut í altjóða høpi til dømis í ST-sáttmálanum fyri seint niðurbrótilig lívrunnin mannagjørd evni (á enskum "Persistant Organic Pollutants"). Eisini hava støðismetingarnar hjá AMAP virkað sum fyrimynd fyri støðismetingar av dálkandi evnum í øðrum altjóða samstarvi, t.d. hevur UNEP ("United Nations Environment Programme") nýtt partar av støðismetingini hjá AMAP um kyksilvur í síni meting av heimsumfatandi kyksilvurútbreiðsluni. Umframt umhvørvisdálking arbeiðir AMAP eisini við at samskipa kanningar og lýsingar av veðurlagsbroytingum í Arktis. Veðurlagssfrágreiðingin "Arctic Climate Impact Assessment", sum AMAP gav út saman við arbeiðsbólkinum CAFF í 2004, er millum tær mest umrøddu frágreiðingarnar, sum eru gjørdar í Arktiska Ráðnum. Talan er um eina altjóða støðufrágreiðing um veðurlagsbroytingar og árin teirra í Arktis. Frágreiðingin verður mett at hava havt sama týdning fyri Arktis, sum nógv umrøddu frágreiðingarnar hjá serfrøðinganevndini hjá ST á veðurlagsøkinum IPCC ("Intergovernmental Panel on Climate Change") hava havt í heimshøpi.

Limalondini í Arktiska Ráðnum.
  Limalond.
   Eygleiðaralond.

Umboð fyri Umhvørvisstovuna luttaka, tá tíð og fígging loyvir tí, sum partur av donsku sendinevndini á stýrisfundum í AMAP-arbeiðsbólkinum. Á hesum fundum verður yvirskipaða virksemið og virkisætlaninar fyri arbeiðsbólkin fastlagdar. Harafturat luttaka føroyskir granskarar í ymsum serfrøðingabólkum undir AMAP. Umhvørvisstovan luttekur í serfrøðingabólkunum fyri kyksilvur/tungmetal og seint niðurbrótiligum lívrunnum mannagjørdum evnum. Síðan 1997 hava Føroyar luttikið í kanningum, sum fevna um innihald av tungmetallum og POP í sýnum úr føroysku náttúruni. Kanningarnar verða í stóran mun gjørdar av somu sløgum av sýnum sum í hinum arktisku londunum, soleiðis at samanberingar tvørtur um landamørk eru gjørligar. Harumframt verða djórasløg, sum hava serligan áhuga í Føroyum, eisini kannað. Úrslitini av kanningunum geva eina mynd av dálkingini í føroyska umhvørvinum og kunnu nýtast til samanberingar við støðuna aðrastaðni. Harafturat kunnu kanningarnar geva ábendingar um, hvussu dálkingin broytist við tíðini. Kanningarnar verða gjørdar sum partur av umhvørviseftiransingini, sum granskingardeildin á Umhvørvisstovuni stendur fyri, við fíggjarligum stuðli frá DANCEA-grunninum, sum danska Miljøstyrelsen umsitur. Harafturat hevur umboð fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sjúkrahúsverk Føroya síðan fyrstu helvt av nítiárunum luttikið í serfrøðingabólkinum fyri fólkaheilsu. Umboð fyri Havstovuna luttekur í veðurlagsbólkinum og læt í hesum sambandi tilfar til m.a. ACIA-frágreiðingina. Umboð fyri náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum luttekur í serfrøðingabólkinum fyri geislavirkin evni, sum ger støðismetingar í Arktis í mun til geislavirkna dálking.

Sí eisini rætta

Kelda rætta