Antigua og Barbuda
| |||
Tjóðarslagorð: Each Endeavouring, All Achieving | |||
Tjóðsangur: Fair Antigua, We Salute Thee | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Saint John's | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | Gaston Browne | ||
Fullveldi | 1. november 1981 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
440 km² 0,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
91 295 186/km² | ||
Gjaldoyra | Eysturkaribiskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ag | ||
Telefonkota | +1-268
| ||
Antigua og Barbuda (enskt; Antigua and Barbuda) eru eitt oyggjaríki í eystara partinum av Karibiska Havinum. Landið liggur í oyggjabólkinum, ið nevnist Leewardoyggjar og liggur umleið 17 stig norðan fyri miðkring. Oyggjarnar eru partur av Smáu Antillunum og liggja norðanfyri Guadeloupe, eystanfyri Montserrat og St. Kitts og Nevis, og sunnan fyri Saint Martin. Høvuðsstaðurin eitur Saint John’s og landið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 27 °C alt árið. Kaldasta tíðin er frá desember til februar, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Mesta regnið er frá septembur til november. Landið hevur 153 kilometrar við strond og heili 365 strendur. Umleið % av teimum 70 000 íbúgvunum búgva á oynni Antigua, har eisini høvuðsstaðurin liggur. 9 av 10 av fólkunum hava sín uppruna frá afrikonskum trælum.
Slóðir
rætta