Zacharias Zachariassen

føroyskur trúðboðari

Zacharias Zachariassen (føddur í Gøtu í 1935 - deyður 21. august 2017) varð føroyskur trúboðari. Hann varð búsitandi í Norðragøtu. Hann hevur verið virkin í andaligum høpi í yvir 50 ár. Z. Zachariassen hevur verið blaðstjóri í umleið 45 ár, fyrst saman við øðrum á Røddini, og síðani á Leirkerinum. Leirkerið er eisini heiti á forlagnum, sum Z. Zachariassen hevur saman við beiggja sínum Flóvin Tyril. Eisini hevur hann skrivað nógvar bøkur við andaligum ella samkomuligum innihaldi, nevnast kann Jeremias - hin grátandi profeturin, Bíblian á føroyskum í hálva øld og Frá penni Petur Hábergs, sum er í tveimum bindum. Zacharias hevur eisini umsett nógvar sangir og sálmar til føroyskt, umframt at hava yrkt nógvar føroyskar sangir og sálmar, sum serliga verða brúktir í brøðrasamkomum í Føroyum.

Zacharias Zachariassen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1935
Andaðist 21. aug 2017
Starv trúboðari, blaðstjóri
Dátuheiti
VIAF 3804149198256474940001
LCAuth n2017019757

Zacharias er pápi Jógvan Zachariassen og Jákup Zachariassen.