Yvirgangsálopini í Brussel í mars 2016
Hin 22. mars 2016 brustu tríggjar bumbur í Brussel, Belgia: tvær brustu í Brussel Floghavn umleið klokkan 8 lokala tíð og ein í Maelbeek metrostøð ein góðan tíma seinni, klokkan 9.11. Í minsta lagi 31 fólk vórðu dripin og í minsta lagi 300 vórðu særd.[6] Ein triðja bumba, ið ikki var brostin, varð funnin sama dag í floghavnini. Álopini hendu fýra dagar eftir, at Salah Abdeslam, ið varð eftirlýstur fyri at vera við til at fremja hópdrápini í París í 2015, varð handtikin av løgregluni í Brussel. Sonevndi Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri bumbuspeingingunum. Ein føroyingur var millum tey særdu, talan er um studentaskúlalæraran Sólfinn Hansen, ið starvast á Miðnám á Kambsdali. Hann varð staddur í metroini, tá ið ein bumba brast har. Hann fekk skaða í høvdið men ikki so álvarsligan varð upplýst úr Brussel.[7]
Yvirgangsálopini í Brussel í mars 2016 | |
---|---|
Kort ið vísir bumbingarnar í mun til hvørja aðra (1) 08:00 : Forhøll B í Brussels Airport (2) 09:11 : Brussels Maalbeek metro station | |
Staður | Brussel Floghavn og Maelbeek Metrostøð, Brussel, Belgia |
Koordinatar |
Fyrri bumbubrestur í floghavnini: |
Dato |
22. mars 2016 uml. 08:00–09:11 (UTC+1) |
Mál | Sivil fólk, ferðslumiðdeplar |
Slag av álopi | Sjálvmorðsálop, bumbing, hópdráp |
Vápn | TATP sprongievni |
Deyð | 35[2] |
Ikki-deyðiliga særd | 316 (62 álvarsliga) |
Brotsfólk |
Flogvøllur:
Metro-støð:
|
Álopsfólk | Islamiskur Statur[5] |
Tal av luttakarum | 5 |
Bumbuspreingingarnar
rættaBrussel Floghavn
rættaTað vóru tvær bumbuspreingingar í altjóða fráfaringarhøllini í Brussel Floghavnini, Zaventem, stutt eftir 08:00 lokala tíð;[8] onnur nærindis kekk-inn borðini hjá American Airlines og Brussels Airlines, og hin nærindis eina Starbucks kaffistovu.[9] Spreingingarnar knústu vindeyguni og stjórur skaði hendi inni í bygninginum.[9][10]
Sagt varð, at skot vóru skotin og at onkur hevði rópt á arabiskum, áðrenn spreinginarnar fóru fram.[9][11] Ein ið starvaðist í floghavnini segði, at hann "hoyrdi onkran rópa á arabiskum, áðrenn spreingingarnar".[12][13] Ein AK-47 rifla og ein triðja bumba vóru funnin í einari rannsakan í floghavnini eftir bumbubrestirnir. Bumban varð seinni oyðiløgd av myndugleikunum. Føderali ákærin í Belgia váttaði, at bumbuspreinginar við naglum vórðu framdar av sjálvmorðsbumbumonnum.[9]
Eftir álopini varð floghavnin stong, og allar fráferðir og tokferðsla til floghavnina varð avlýst.[14][15]
Maelbeek metrostøð
rættaEin góðan tíma eftir bumbuspreingingarnar í floghavnini, brast ein bumba í einum toki, ið koyrdi millum Maelbeek og Schuman metrostøðirnar nærindis Europa-Parlamentið klokkan 09:11 lokal tíð[16] mitt í Brússel.[17][18] STIB avlýsti alla almenna ferðslu í Brússel.[19][9] Í minsta lagi 20 fólk vóru dripin.[9] 126 fólk vórðu særd, harav 17 álvarsliga.[20] Ein danskur ríkisborgari, ið er føroyingur, var ímillum tey særdu. Talan er um 38-ára gamla studentaskúlalæraran og klaksvíkingin Sólfinn Hansen. Hann varð staddur í metroini, tá ið bumbuspreinginin fór fram og fekk skaða í høvdið. Føroyska sendikvinnan Kate Sandersson hevði verið í samband við eina sjúkrasystir ið var um hann, og hon segði at hann hevði tað gott eftir umstøðunum. Sjálv slapp Kate ikki inn á sjúkrahúsið at vitja hann av trygdarávum.[21] Boðað var frá, at hann var ikki í lívsvanda.[22] Sjónvarpið hjá Kringvarpinum tosaði við bróðir Sólfinn, ið eftir ætlan eisini skuldi havt verið við Sólfinni í Brússel, men settist aftur. Hann segði at tað hevði verið ein sera langur dagur fyri familjuna og at tey ikki vistu meira enn fjølmiðlarnir gjørdu.[23] Dagin eftir var Sólfinn útskrivaður frá sjúkrahúsinum og fekk av læknunm loyvi til at ferðast.[24]
Offur
rætta31 sivilir persónar vórðu dripnir undir bumbuálopunum. 300 onnur vórðu særd, harav vórðu 61 álvarsliga særd.[25] Tíggju doyðu í Brussel Floghavn (13 um gerningsmenninir verða taldir við), meðan 20 doyðu í metrostøðini (umframt 1 yvirgangsmaður).[26] 81 onnur vórðu særd í floghavnini, meðan restin av teimum umleið 200 vórðu særd í metrostøðini.[27] Bumbuálopini vórðu tann mest deyðiliga yvirgangshandlingin ið er hend í belgiskari søgu.[28] Tey deyðu og særdu eru úr í minsta lagi 40 londum sambært belgiska uttanríkisráðharranum.[29]
Gerningsmenn
rættaTveir brøður, Khalid og Ibrahim el-Bakraoui,[30] og Najim Laachraoui og ein ókendur maður, ið sæst á vakmyndatóli í floghavnini, hava sambært belgiskum myndugleikum saman við í minsta lagi einum øðrum framt bumbuálopini í ávikavist Brussel Floghavnini (Ibrahim og Najim og Fayçal) og í metroini við Maelbeek-støðina (Khalid). Hildið verður, at tað er Najim Laachraoui, ið er persónurin til vinstru á myndini, Ibrahim í miðjuni og Fayçal Cheffou til høgru. Cheffou slapp sær til rýmingar eftir at hava sett kuffertið við bumbuni frá sær. Fingramerki frá Ibrahim el-Bakraoui vórðu funnin á staðnum har ein av bumbunum brast í floghavnini.[31]
Í einum video fra vakmyndatóli síggjast teir tríggir menninir koma trillandi við hvør sínum viðførisvogni við stórum kuffertum, har ið bumburnar hava verið í. Sambært einum hýruvognsførara, ið koyrdi teir til floghavnina, so hevði hann roynt at hjálpa teimum við viðførinum, men teir høvdu biðið hann um at fara vekk.[32] Laachraoui og Ibrahim síggja út til at vera í svørtum handskum á vinstru hond, har ið teir møguliga hava fjalt bumbuútloysaran.[33]
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 1.2 "Brussels explosions: What we know about airport and metro attacks". BBC News. 22 March 2016. http://www.bbc.com/news/world-europe-35869985.
- ↑ "Attentat suicide à Zaventem confirmé, explosion à Maelbeek: respectivement 11 et 15 morts" (in Franskt). 2016-03-22. http://www.rtbf.be/info/belgique/detail_explosions-a-zaventem-et-dans-le-metro-bruxellois-le-pays-passe-en-niveau-4-de-la-menace?id=9247724.
- ↑ Yun Chee, Foo. "Belgium charges three men with terrorism after Brussels bombs". Reuters. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann March 27, 2016. https://web.archive.org/web/20160327022725/http://uk.reuters.com/article/us-belgium-blast-cheffou-idUKKCN0WS0C1. Heintað March 26, 2016.
- ↑ "Brussels attack: Man wanted in subway bombing". CNN. 24 March 2016. http://edition.cnn.com/2016/03/24/europe/brussels-investigation/.
- ↑ Tom Batchelor. "Brussels terror attack - Islamic State behind Belgium bomb blasts - World - News - Daily Express". Express.co.uk. http://www.express.co.uk/news/world/654577/Brussels-terror-attack-Islamic-State-responsibility-Belgium-bomb-blasts.
- ↑ Breeden, Alissa J. Rubin, Aurelien; Raghavan, Anita (2016-03-22). "Explosions at Airport and Subway Leave ‘Numerous’ Dead in Brussels". The New York Times. ISSN 0362-4331. http://www.nytimes.com/2016/03/23/world/europe/brussels-airport-explosions.html.
- ↑ kvf.fo - Føroyingur millum tey særdu
- ↑ "Brussels Zaventem airport and metro explosions 'kill at least 13'". BBC. 22 March 2016. http://www.bbc.com/news/world-europe-35869254. Heintað 22 March 2016.
- ↑ 9.0 9.1 9.2 9.3 9.4 9.5 Matthew Weaver; Haroon Siddique; Raya Jalabi (22 March 2016). "Brussels Airport explosions – live updates". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/live/2016/mar/22/brussels-airport-explosions-live-updates. Heintað 22 March 2016.
- ↑ "Explosion at Brussels Airport took place near American Airlines desk – reports". RT International. https://www.rt.com/news/336519-explosions-hit-brussels-airport.
- ↑ "Brussels explosions: Many dead in airport and metro terror attacks". BBC News. http://www.bbc.com/news/world-europe-35869254. Heintað 22 March 2016.
- ↑ Natalia Drozdiak; Gabriele Steinhauser (22 March 2016). "Brussels Rocked by Terrorist Attacks, Killing at Least 27 People". The Wall Street Journal. http://www.wsj.com/articles/people-injured-after-explosion-at-brussels-airport-police-say-1458632527. Heintað 22 March 2016.
- ↑ Thomson Reuters Foundation. "Attacks on Brussels airport, metro station kill around 20 – Belgian media". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 14 May 2016. https://web.archive.org/web/20160514013246/http://news.trust.org/item/20160322074147-chgh8/?source=fiTheWire. Heintað 22 March 2016.
- ↑ "Brussels explosions: Full list of Zaventem airport diverted, cancelled and arrived flights". http://www.ibtimes.co.uk/brussels-explosions-full-list-zaventem-airport-diverted-cancelled-arrived-flights-1550932.
- ↑ Lizzie Dearden (22 March 2016). "Brussels attacks timeline: How bombings unfolded at airport and Metro station". The Independent. http://www.independent.co.uk/news/world/europe/brussels-attacks-timeline-how-bombings-unfolded-at-airport-and-metro-station-a6945781.html. Heintað 22 March 2016.
- ↑ hrt. "Vrees voor doden bij explosie in metrostation Maalbeek". De Standaard. http://www.standaard.be/cnt/dmf20160322_02196255.
- ↑ jfbxl (22 March 2016). "Fumée métro maelbeeck". https://twitter.com/jfbxl/status/712191474167902209.
- ↑ lesoir (22 March 2016). "Evacuation des passagers entre la station Arts-Loi et Maelbeek". https://twitter.com/lesoir/status/712199772141195264.
- ↑ STIBMIVB (22 March 2016). "All metro stations are closing". https://twitter.com/STIBMIVB/status/712193868909965312.
- ↑ "Attentat suicide à Zaventem confirmé, explosion à Maelbeek: respectivement 11 et 15 morts" (á fronskum). 2016-03-22.
- ↑ kvf.fo - Føroyingur millum tey særdu
- ↑ ekstrabladet.dk - Dansk statsborger såret under angrebene i Belgien
- ↑ kvf.fo - Dagurin hevur verið kaotiskur fyri familjuna
- ↑ "Særdi føroyingurin er útskrivaður" (in færøsk). in.fo. 2016-03-23. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-22. https://web.archive.org/web/20160822015513/http://www.in.fo/news-detail/news/saerdi-foeroyingurin-er-utskrivadur/?L=270oral.fo&cHash=b6937b0d1e274994fe0543455aa3b419. Heintað 2016-03-23.
- ↑ Gillian Mohney (22 March 2016). "Brussels Attack: What We Know About the Americans Injured". ABC News. http://abcnews.go.com/Health/brussels-attack-american-missionaries-reported-injured/story?id=37840161. Heintað 22 March 2016.
- ↑ Victoria Shannon (22 March 2016). "Brussels Attacks: What We Know and Don’t Know". The New York Times. http://www.nytimes.com/2016/03/23/world/europe/brussels-attacks-what-we-know-and-dont-know.html?_r=0. Heintað 22 March 2016.
- ↑ Kim Hjelmgaard; Delphine Reuter (22 March 2016). "Islamic State claims responsibility for Brussels attack that killed dozens". USA Today. http://www.usatoday.com/story/news/world/2016/03/22/explosions-rock-brussels-airport/82107254/. Heintað 22 March 2016.
- ↑ James, Neuger; Stearns, Jonathan. "Belgium's Worst Terror Attack Ever Leaves 31 Dead in Brussels". Bloomberg Business. http://www.bloomberg.com/news/articles/2016-03-22/belgium-s-worst-terror-attack-ever-leaves-31-dead-in-brussels. Heintað 22 March 2016.
- ↑ "Moeizame zoektocht naar identiteit slachtoffers". Brusselnieuws.be. 23 March 2016. http://www.brusselnieuws.be/nl/nieuws/moeizame-zoektocht-naar-identiteit-slachtoffers. Heintað 23 March 2016.
- ↑ "Brussels attacks: 'Two brothers' behind airport suicide bombings". BBC News. 23 March 2016. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-35879141. Heintað 23 March 2016.
- ↑ "Belgisk politi: Brødre står bag selvmordsbomber i lufthavn og metro". Politiken. 23. marts 2016. http://politiken.dk/udland/ECE3128921/belgisk-politi-broedre-staar-bag-selvmordsbomber-i-lufthavn-og-metro/.
- ↑ David Lawler; Danny Boyle (22 March 2016). "Brussels attacks: 34 killed and hundreds wounded as Islamic State claims responsibility for airport and Metro bombings – live". The Daily Telegraph. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/europe/belgium/12201611/Brussels-bombings-terrorist-attack-on-Belgium-airport-and-Metro-live.html. Heintað 22 March 2016.
- ↑ "This detail about how the suspected Brussels suicide bombers wore their gloves might have been a giveaway". Business Insider. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 3 April 2016. https://web.archive.org/web/20160403235731/http://uk.businessinsider.com/brussels-suicide-bombers-wore-one-glove-on-the-left-hand-2016-3?op=1%3Fr%3DUS&IR=T. Heintað 24 March 2016.