Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2022

Hvannhagi
Hvannhagi

Hvannhagi er eitt náttúruøki norðan fyri Trongisvág, Tvøroyri og Froðba og sunnan fyri Hvalba. Hvannhagi er á eystursíðuni á Suðuroynni og hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi.

Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar. Eitt vatn er í Hvannhaga. Tað verður vanliga bara rópt Vatnið í Hvannhaga.

Hvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga.