Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2008
Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið hevur 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyygjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, m.m). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.