Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2017
Sverri Sandberg Nielsen (føddur 1993 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari, sum hevur róð kapp í Føroyum, bæði vanligan kappróður og inniróður, og sum nú rør kapp við danska landsliðnum. Í februar 2011 luttók Sverri í óalmennari HM kapping í Boston. Hann vann kappingina í sínum bólki, og gjørdist harvið heimsmeistari í innandura rógving. Hann luttók í bólkinum U19 (dreingir 17-18 ár) og vann við tíðini 6:04.8. Hann hevur luttikið á EM og VM fyri Danmark og var minni enn eitt sekund frá at kvalifisera seg til OL í Rio 2016. Tríggjar ferðir hevur hann sett nýtt danskt met i inniróðri, tað hendi trý ár á rað: 2015, 2016 og 2017, allar tríggjar ferðir gjørdist hann eisini danskur meistari. Hann venur og rør við Danske Studenters Roklub og danska landsliðið. Hann rør í einkultskullara.