Sverri Sandberg Nielsen

føroyskur/danskur rógvari

Sverri Sandberg Nielsen (føddur 1993 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági)[1] er ein føroyskur rógvari, sum hevur róð kapp í Føroyum, bæði vanligan kappróður og inniróður, og sum nú rør kapp við danska landsliðnum. Hann hevur luttikið á EM og VM fyri Danmark og var minni enn eitt sekund frá at kvalifisera seg til OL í Rio 2016. Tríggjar ferðir hevur hann sett nýtt danskt met i inniróðri, tað hendi trý ár á rað: 2015, 2016 og 2017, allar tríggjar ferðir gjørdist hann eisini danskur meistari. Hann venur og rør við Danske Studenters Roklub og danska landsliðnum. Hann rør í einkultskullara.

Sverri Sandberg Nielsen
Sverri Sandberg Nielsen in 2011.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. okt 1993 í/á Tórshavn
Starv rógvari
Dátuheiti
Commons Sverri Nielsen
Miðvingur á jóansøku í 2011, Sverri róði við Miðvingi í 2011. Hann er í svørtum jakka á myndini.
Sverri róði kapp við 8-mannafarinum "Fríggjarin" í 2010. Myndin er tikin á Jóansøku 2010.

Innihaldsyvirlit

Lívsleið innan rógvingRætta

Sverri róði kapp við bátum hjá Miðvágs róðrarfelag, áðrenn hann flutti til Danmarkar at búgva. Hann róði við 8-mannafarinum Fríggjaranum í 2010 og við Miðvingi í 2011.

Í februar 2011 luttók Sverri í óalmennari HM kapping í Boston. Hann vann kappingina í sínum bólki, og gjørdist harvið heimsmeistari í innandura rógving. Hann luttók í bólkinum U19 (dreingir 17-18 ár) og vann við tíðini 6:04.8.[2] 26. februar 2011, vikuna eftir, at hann hevði vunnið heimsmeistaraheitið, vann hann eisini FM heitið í óalmennu FM kappingini í Føroyum, og tað gjørdi hann í bólkinum Opin bólkur tungvekt hjá monnum. Tað var Havnar Róðrarfelag sum skipaði fyri óalmennu FM kappingini, tey nevna hana óalmenna, tí ongin skipað FM kapping í inniróðri er enn.[3] Sverri vann FM kappingina við tíðini 6:07.7.[4] Í 2012 varð hann úttikin til danska EM-landsliðið.[5]

Í januar 2013 megnaði Sverri undir eina venjing at rógva 2000 metrar í inniróðri undir 6 minuttir, hann setti tíðina 5:59.5 sum var skjótasta tíð, ið nakar føroyingur hevði róð til tá, men tíðin kundi ikki telja við sum føroyskt met, tí hon var ikki sett til eina kapping.[6]

Á sumri 2013 varð Sverri úttikin til danska U23 landsliðið, hann rør við DSR Danske Studenters Roklub.[7]

Í februar 2014 varð hann úttikin til danska senior landsliðið, har hann fyrst skuldi rógva kapp í tungvektsdupultskullara og skuldi til World Cup stevnu í Sidney 28. til 30. mars 2014.[8] In.fo gjørdi tá samrøðu við Sverra, har hann segði, at mál hansara var at vinna OL-gull. Kringvarpið hevði eisini samrøðu við hann í september 2014, har hann segði, at málið var at vinna tær kappingar hann luttók í og at gerast heimsmeistari og kanska at vinna eitt ella tvey OL-heiðursmerki. Hann flutti niður í 2011, har hann gjørdi studentaskúlan lidnan. Felag hansara, Danske Studenters Roklub, fekk eyga á góðu evnini hjá Sverra og bjóðaði honum at gerast partur av teirra felag. Sverri hevði tá klárað seg væl í innanduraróðri í Føroyum og vann óalmenna heimsmeistaraheitið í inniróðri í Boston í USA. Hann býr í Bagsværd og venur hvønn dag rógvin á Fure-vatninum (Furesø) í Bagsværd 2-4 tímar um dagin, hvønn dag í vikuni. Hann byrjaði at lesa verkfrøði á DTU í 2014. Sverri segði við Kringvarpið, at single-scullarin er hansara favorittbátur, sum eftir hansara tykki er tann størsti og mest prestigufylti báturin at vinna í. Tað var hansara ynski frá tí at hann flutti niður, at sleppa at rógva í singlescullaranum. Sverri segði eisini, at venjari hansara metti, at hann egnaði seg best til singlescullarin, tí hann megnaði betri at rógva sjálvur enn saman við øðrum. Sverri segði, at hann dugdi betri at síggja sínar egnu feilir, tá ið hann róði einsamallur og menti seg meira við at rógva einsamallur, tað passaði betri til hansara mentalitet og styrkir.

Í innslagnum hjá Kringvarpinum var eisini ein stutt samrøða við hjálparvenjaran á danska rógvilandsliðnum, Jesper Guldborg, sum gav Sverra góð ráð. Guldborg metti, at Sverri nokk skuldi røkka teimum málum, ið hann hevði sett sær. Hann segði eisini, at størsta styrkin hjá Sverra var, at hann var so sterkur. Guldborg metti, at Sverri hevði nakrar tekniskar avbjóðingar, ið hann skuldi arbeiða við, men at Sverri lurtaði væl eftir tí ið venjarin segði við hann og at hann var konstruktivur og góður at samstarva við. Guldborg segði at hann var als ikki í iva um, at Sverri nokk skuldi náa heilt upp á toppin, og at um hann bleiv við at menna seg soleiðis sum hann gjørdi nú (sep. 2014), bæði mentalt, tekniskt og fysiskt, so var hann als i í iva um, at Sverri nokk skuldi røkka sínum máli. Guldborg metti, at Sverri longu í 2015 fer at klára seg sera sera væl og ikki minst í 2016. Sverri segði, at um so var at tað gjørdist ov krevjandi at vera fulltíðarlesandi og rógva á so høgum støði sum hann gjørdi, so valdi hann heldur rógvingina fram um, tí tað er nú, meðan hann er ungur, at hann má taka av og rógva, so kundi útbúgvingin heldur bíða, tí rógvingin kundi ikki bíða til einaferð var liðugur at útbúgva seg.[9]

Eingin OL-kvalifikatión í 2016Rætta

Sverri Nielsen luttók í singleskullara á tí seinastu OL-úttøkustevnuni í rógving, ið varð hildin í Lucerne, Sveis í døgunum frá 22. til 24. mai 2016. Hann vann innleiðandi riðilin og hálvfinaluna, men gjørdist nummar fýra í finaluni, og rakk harvið ikki einum OL-plássi, við tað pláss bert var til tríggir teir fremstu bátarnir til Olympisku leikirnir í Rio í 2016. Reglarnir til OL-luttøku siga, at eitt land bert kann hava ein av tveimum bátasløgum, ið er singelskullarin, ið Sverri rør í og lættvektsdupultskullarin, ið Mads Rasmussen og Rasmus Quist rógva í. Teir báðir megnaðu heldur ikki at kvalifisera seg, við tað at teir gjørdist nummar trý og pláss var bara fyri tveimum bátum. Men eftirsum Belgia vann báðar hesar kappingar, og OL-reglurnar siga, at eitt land ikki má hava báðar bátastøddirnar við til OL, og noyddist Belgia at vejla annan av teirra bátum frá, og harvið fekk Sverri enn ein møguleika fyri at sleppa við til OL, um so var at Belgia valdi at senda dupultskullaran avstað til OL. Men Belgia valdi at senda teirra einkultskullara, og sleppur Sverri ikki við til OL 2016. Hinvegin sleppa Rasmussen og Quist til OL 2016 i Rio.[10]

ÚrslitRætta

HM í rógving 2017Rætta

Sverri Nielsen luttekur á HM í rógving 2017 í Florida. Hann kom víðari frá 4. innleiðandi riðlinum hin 24. september sum nummar 1, hann róði í tíðini 07:04.480. Hin 27. september róði hann seg víðari úr kvartfinalunum við triðbestu tíð í hansara riðli, hann róði í tíðini 06:48.230.[11] Hálvfinalurnar vórðu 29. september 2017,[12] har gjørdist Sverri nummar fýra av seks rógvarum við tíðini 06:53.420 og varð tí akkurát ov stuttur til at koma víðari til A-finaluna. Í staðin kom hann víðari í B-finaluna.[13]

World Rowing Cup III - 2017 í SveisRætta

Tað eydnaðist Sverra at koma í A-finaluna, har hann endaði á fimtaplássi.[14]

  • Nr. 5 við tíðini 07:00.330

EM í rógving 2017Rætta

  • Nr. 3 í B-finaluni við tíðini 06:55.900[15]

EM í inniróðri 2017 - Evropameistari og nýtt danskt metRætta

Sverri luttók á EM í inniróðri í Paris hin 4. februar 2017 saman við fleiri føroyskum og donskum rógvarum. Teir donsku rógvararnir vunnu fira heiðursmerki, her er Sverri taldur við sum dani, hóast føroyingur, men tí hann rør við danska landsliðnum, av hesum heiðursmerkjunum vóru tvær gull. Sverri setti nýtt danskt met.[16] Føroysku rógvararnir vunnu 9 heiðursmerki.[17]

  • Gull í 2000 m við tíðini 5:47.9 minuttir, harvið betraði hann um sítt egna danska met.

DM í inniróðri 2017 - Nýtt danskt metRætta

Eins og í 2015 og 2016, setti Sverri aftur nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometur-rógving í 2000 metrum síðst í januar 2017. Hann vann danmarksmeistaraskapin við tíðini 5:49.20.[18]

EM í rógving 2016Rætta

Sverri luttók á EM í rógving í mai 2016.

  • Nr. 6 í 2000 m við tíðini 09:26.770 minuttir[19]

DM í inniróðri 2016 - Nýtt danskt metRætta

Eins og í 2015, megnaði Sverri S. Nielsen at seta nýtt danskt met í innandurakappróðri á 2000 metra teininum, tá ið hann luttók á DM í inniróðri síðst í januar 2016. Hann vann danmarksmeistaraheitið við tíðini 5:51.6.[20][21]

HM í rógving U-23 2015 í BulgariaRætta

Síðst í juli 2015 luttók Sverri á HM í rógving U-23 í Bulgaria, hann luttók í einkultskullara hjá monnum undir 23 ár. Hin 26. juli 2015 róði hann í A-finaluni, hann lá á odda í fyrstuni, men endaði síðan á fjórðaplássi við tíðini 06:56.39.[22] Hann er sostatt fjórðbesti rógvarin í heiminum í aldursbólkinum U23 í singulskullara.[23]

DM í inniróðri 2015 - Nýtt danskt metRætta

Sverri Nielsen setti nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometer-rógving (inniróður) í Gladsaxe Sportshal hin 1. februar 2015 og gjørdist danmarkarmeistari. Tíðin hjá honum var 5:53.2, og harvið tók hann metið, ið ítróttarstjórin Lars Christensens setti í 1996 við tíðini 5:55:5.[24]

  • Gull í 2000 m inniróðri við tíðini 5:53.2 (danskt met)

HM í rógving 2014 í AmsterdamRætta

Sverri varð úttikin til danska seniorlandsliðið, sum skuldi luttaka á HM í rógving í Amsterdam.[25] Hann róði í singlescullara, teinurin er á 2000 metrar. Hann gjørdist nummar fimm í kvartfinaluni við tíðini 7:24.39 og gjørdist ov stuttur til semifinalurnar. Hann slapp tó í C-finalurnar at kappast um plássini frá nummar 13 til 18. Hann gjørdist nummar eitt í sínum bólki í semifinaluni við tíðini 07:11.410.[26][27] 17 á HM í rógving, sum var í Amsterdam í Hollandi 24. til 31. august 2014.[28][29]

World Cup stevnan 2014 í Sidney í dupultskullaraRætta

Hin 30. mars 2014 luttók Sverri á World Cup stevnu í Sidney í dupultskullara. Teir gjørdust nummar seks.

  • Nr. 6 í A-finaluni við tíðini 6:34.38[30]

Inniróður 2013Rætta

Í oktober 2013 róði Sverri 2000 metrar í inniróðri skjótari enn 16 ára gamla danska metið, ið var sett av Lars Christensen, DRC ítróttarstjóra. Sverri róði við tíðini 5.53.4, metið hjá Lars Christensen var tá 5.55.6. Tíðin hjá Sverra varð tó ikki skrásett sum met, tí hon var ikki sett við almenneri kapping men undir venjing.

Vunnu HM 2013 B finaluna í dupult sculler U23 mennRætta

Sverri Sandberg Nielsen og Tøger Berg Rasmussen komu ikki í A-finaluna, men teir komu í B-finaluna og vunnu hana. Teir eru sostatt nummar sjey í heiminum hjá U23 í 2013.[31]

Royndarregatta í Bagsværd oktober 2012Rætta

Sverri gjørdist nummar tvey í kappingini hjá monnum, tungvekt í einkultsculler.[32]

HM 2012 í inniróðriRætta

  • Nummar 10 í bólkinum Open Men við tíðini 6:03.8[33]

HM 2011 í inniróðriRætta

  • Gull í bólkinum Junior Men Heavy Weight við tíðini 6:04.8[34]

KeldurRætta

  1. jn.fo
  2. Tungedrenge.dk, Nyt stortalent?
  3. Drekin.fo, Heimsmeistarin gjørdist eisini føroyameistari
  4. Ergometertider.dk
  5. Roning.dk, UDTAGET LANDSHOLD 2012
  6. Heimasíðan hjá Miðvágs róðrarfelag - Sverri S. Nielsen undir 6 min á 2000m
  7. Roning.dk, UDTAGET LANDSHOLD 2013
  8. in.fo, Sverri Nielsen er úttikin til danska landsliðið
  9. kvf.fo - VIDEO: Sverri Nielsen vil verða heimsmeistari
  10. dr.dk - OL-guldvindere skal alligevel til Rio: Vi havde afskrevet det, af Casper Helweg Christiansen den 30. maj 2016.
  11. "(M1x) Men's Single Sculls - Quarterfinal". World Rowing. 27. september 2017. http://www.worldrowing.com/events/2017-world-rowing-championships/mens-single-sculls/quarterfinal/. Heintað 28. september 2017. 
  12. Hansen, Jóannes (28. september 2017). "Sverri er í HM hálvfinaluni". In.fo. http://www.in.fo/news-detail/sverri-er-i-hm-halvfinaluni/?L=0&cHash=0d8bfba8dd4847cb2ace78d7a3621efc. Heintað 28. september 2017. 
  13. Hansen, Jóannes (29. september 2017). "Tað gekk akkurát ikki hjá Sverra". in.fo. http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/tad-gekk-akkurat-ikki-hja-sverra-1/. Heintað 30. september 2017. 
  14. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  15. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  16. roinfo.dk - Europamesterskaber i ergometerroning lørdag den 4. februar 2017 i Paris - ti danske roere deltager.
  17. in.fo - Føroyingar evropameistarar í inniróðri
  18. Bentsen, Bo (28. januar 2017). "Færøsk muskelbundt smadrer dansk rekord for tredje år i træk". TV2. http://sport.tv2.dk/roning/2017-01-28-faeroesk-muskelbundt-smadrer-dansk-rekord-for-tredje-aar-i-traek. Heintað 29. januar 2017. 
  19. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  20. in.fo - Sverri Nielsen danskt met í inniróðri
  21. ergometertider.dk - Danske mesterskaber 2016 - Løb 408 Herre åben
  22. Worldrowing.com - (BM1x) U23 Men's Single Sculls - Final
  23. Portal.fo - Sverri er fjórðbest í heiminum
  24. roning.dk - Sportschef måtte overlade rekord til Sverri Nielsen ved DM
  25. roning.dk
  26. worldrowing.com
  27. worldrowing.com - Results, Men's Single Sculls
  28. teamdanmark.dk - Sverri Sandberg Nielsen, Team Danmark Atlet
  29. in.fo - Sverri Nielsen gjørdist nr 17 í HM
  30. in.fo, Einki heiðursmerki til Sverra Nielsen
  31. Roning.dk, U23 VM Ottensheim SØLV til Danmark
  32. Roning.dk, Resultater - testregatta 2012
  33. Crash-b.org
  34. Crash-b.org, 2011 C.R.A.S.H.-B. Sprints World Indoor Rowing Championships, Junior Men

SlóðirRætta