Wikipedia:Hendingar/20. mai
Hin 20. mai: tjóðardagur Kuba, tjóðardagur Eysturtimor, altjóða veðurfrøðidagur
- 1570 - Fyrsta nútíðar atlasið (Theatrum Orbis Terrarum hjá Ortelius) verður útgivið.
- 1802 - Napoleon avtekur lógina frá 1794, sum bannar trælahald, og gevur uppaftur heimild til trælahald í fronsku hjálondunum.
- 1873 - Levi Strauss fær patent uppá kovboybuksur við koparnittum.
- 1883 - Gosfjallið Krakatau í Indonesia byrjar at goysa og endin er, at gosfjallið spreingist 3 mánaðir seinni.
- 1902 - Kuba verður sjálvstøðugt.
- 1927 - Charles Lindbergh fer úr New York á fyrstu soloflúgvingina yvir Atlantshavið nakrantíð.
- 1932 - Amelia Earhart (myndin) fer, sum fyrsta kvinna, úr Nýfundlandi á fyrstu soloflúgvingina yvir Atlantshavið nakrantíð.
- 1940 - Fyrstu jødarnir koma í nýggju týningarleguna Auschwitz í Póllandi, sum er hersett av Týsklandi síðan september 1939.
- 2002 - Eysturtimor verður sjálvstøðugt.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.