Amelia Earhart
Amelia Mary Earhart (/ˈɛərhɑrt/; fødd 24. juli 1897 – horvin 2. juli 1937)[1] var ein amerikanskur flogferðslu slóðbrótari og rithøvundur. Amelia varð fyrsta kvinna, ið fleyg einsamøll yvir Atlantshavið. Hon hevur sett fleiri met, skrivaði metsølubøkur um royndir sínar innan flogferðslu, og var vegleiðandi stovnari av felagskapinum The Ninety-Niners, ið var ein felagskapur fyri kvinnuligar flogskiparar. Amelia var gestaundirvísari á Purdue háskúlanum í 1935 í flogferðsludeildini. Har vegleiddi hon kvinnum, ið vóru áhugaðar í ídnaðinum, og hugtók onnur við kærleika sínum til sama fak. Amelia var limur í politiska flokkinum National Women's Party[2], og var dyggur stuðul í javnarættindastríðinum.
Amelia Earhart | |
---|---|
Amelia Earhart umleið 1935. | |
Fødd(ur) |
Amelia Mary Earhart juli 24, 1897 Atchison, Kansas, U.S. |
Horvin |
juli 2, 1937 (aged 39) Kyrrahavið, áleiðis til Howlandsoyggj. |
Status |
Rættarliga dømd at hava latið lív. januar 5, 1939 (aldur 41) |
Tjóðskapur | Amerikanskur |
Kend(ur) fyri | Fleiri flogmet, ímillum annað sum fyrsta kvinna, ið fleyg einsamøll yvir Atlantshavið. |
Hjúnafelagi(ar) | George P. Putnam |
Undirskrift | |
Heimasíða | |
www.ameliaearhart.com |
Í 1937, hvarv Amelia yvir Kyrrahavinum. Hetta hendi ímeðan hon royndi at flúgva runt heimin. Amelia var einsamøll umborð í Lockheed 10 Electra flogfari sínum, ið Purdue háskúlin hevði fíggjað.
Keldur
rætta- ↑ http://www.ameliaearhartmuseum.org/AmeliaEarhart/AEBiography.htm Archived 2015-08-16 at the Wayback Machine Heintað: 16-06-2015
- ↑ https://feminist.org/blog/index.php/2014/09/22/september-22-1932-amelia-earhart-lobbies-for-the-era-at-the-white-house/ Heintað: 16-06-2015