Wikipedia:Hendingar/15. desember

Hin 15. desember:

FaroeJet
FaroeJet
  • 1959 - 15. desember verður Loranstøðin á Eiði tikin í brúk.
  • 2006 - FaroeJet (myndin) fer í gjaldssteðg.
  • 2013 Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn, fyrra ódnin byrjaði leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra, hon byrjaði seinnapartin sunnudagin hin 15. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru, og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar. Streymslitið í Havn stóðst av, at øll yvirtromin á Vinnuháskúlalun fór í luftina og feyk omanyvir ein stóran el-steyra hjá SEV við háspenningslinjum.


Leiðbeining

rætta

Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.

Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.