Wikipedia:Hendingar/12. juni
Hin 12. juni: Altjóða dagur ímóti barnatrælkan
- 1550 - Býurin Helsinki í Finnlandi verður stovnaður av Gustavi I av Svøríki.
- 1941 - Seinni heimsbardagi: Georg Joensen av Eiði, skipari á Thor úr Sørvági, skjýtur eitt týskt flogfar niður.
- 1964 - Nelson Mandela (myndin) verður dømdur í lívstíðarfongsul í Suðurafrika.
- 1978 – David Berkowitz, amerikanskur raðmordari, verður dømdur í 365 ára fongsul.
- 2014 - Tríggir ísraelskir tannáringar, Eyal Yifrach, Gil-ad Sha'er og Naftali Franke, verða burturfluttir og dripnir av Hamas á Vestara Áarbakka.
- 2016 - Í einum skotálopi móti einum náttklubbi í Orlando í Florida verða 50 fólk dripin og 53 verða særd.
- 2017 - Amerikanski lesandi Otto Warmbier, sum hevur sitið í norðurkoreanskum fongsli í næstan hávtannað ár, verður fluttur heim aftur,. Hann andast vikuna eftir.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.