Vladímír Iljitj Lenín (russiskt: Влади́мир Ильи́ч Ле́нин, upprunaliga Vladimir Iljitj Uljanov, Влади́мир Ильи́ч Ульянов, f. 22. apríl 1870greg. í Simbirsk, d. 21. januar 1924 í Gorki) var sovjetiskur statsleiðari í tíðarskeiðnum 6. november 1917 til deyða sín. Hann var ein týdningarmikil marxistiskur revolutionerur teoretikari, hvørs íkast til ta marxistisku teoriina verður nevnt lenínisma (av hesum: marxistisk-lenínisma).

Vladimir Iljitj Lenin

Navnið Lenin er tað revolutionera dulnevni, sum Vladimir Uljanov er best kendur undir. Hann brúkti hetta navnið fyrstu ferð í 1901, og tá brúkti hann eisini fornavnið Nikolaj. Seinni undir hansara politisku stórheitstíð bleiv hann nokk mest kendur undir sínum almenna for- og faðirsnavni: Vladimir Iljitj Lenin. Sjálvt navnið Lenin er eftir øllum at døma komið av tí sibirisku ánni, sum nevnist Lena.

Lenin verður sæddur sum høvuðsmaðurin handan russisku kollveltingina og stovnarin av tí sovjettisku tjóðini, sum undir kalda krígnum var ein av tveimum stórveldum heimsins. Hann skrivaði rættiliga nógv, umleið 15 000 normalsíður liggja eftir hann, mest um kollveltingina. Eftir kalda kríggið blivu nógvar standmyndir av Lenin knústar sundur, bæði í Sovjetsamveldinum og í Eysturevropa.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta