Russiska kollveltingin 1917
Russiska kollveltingin er tann politiska broytingin sum fór fram í Russlandi í 1917, herí februarkollveltingin, sum førdi til at zar stýrið varð koyrt frá og oktoberkollveltingin, sum førdi til at bolsjevikkarnir við Lenin og Trotskij á odda komu til valdið og Sovjetsamveldið varð sett á stovn.
Kapitalisman skal burtur
rættaÍ 20. øld ráddi Zarin í øllum Russlandi. Konufólk, bóndir og fólk ið ikki áttu nógv, vóru kúgaði niður. Tey høvdu rætt til lítið og einki, lítið var av peningi og mati. Hann lovaði ei heldur fólkinum í skúla. 75 % av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva. Hann gjørdi hetta tí hann helt um fólk blivu útbúgvin, so broyttu fólk sína politisku meining, og so var størri kjansur fyri at hann bleiv valdur frá. Teir sum høvdu nógv vald vóru góðseigarnir, kirkjan, aðalin og Zarurin. Góðseigarinir vóru teir sum áttu jørðina og bóndin var lívognarbóndi. Tað meinast við at hann var ein partur av góðsinum júst sum fenaðurin. Tey sloppu ikki at flyta, um ikki góðseigarin segði at tey kundu og hann hevði eisini rætt at revsa bóndan. Aftnaná at bóndirnir fingu frælsi broyttist lítið og einki.
Í 1890 royndi Russland at fáa gong í ídnaðin. Fyritreytirnar vóru góðar tí í jørðini var nógv kol, jarn og olja. Men teir høvdu trupulleikar við at flyta hesar, so tey gjørdu eina jarnbreyt um Sibiria til Kyrrahavs. Hendan jarnbreytin gav Russland nógvir møguleikar. Teir kundi leggja øki í Kina undir seg, grava eftir málmi í Sibiria og fáa fólk at flyta til Sibiria og síðani búseta seg har. Russland lánti pening frá Fraklandi, og eisini fekk Russland íðnaðarvirksemi. Men bøndirnir goldu í roynd og veru mest. Teir fyrstu sum fóru at arbeiða í íðnaðinum, tað var bóndir ið vóru fluttir til Skt. Pætursborg og Moskva. Livikorini har vóru betri, men tey høvdu ikki lov til stovna verkfeløg ella fara í verkfall. Í teimum stóru býinum vóru politiskirflokkar stovnaðir í loyndum. Ein av teimum var ein sosialistiskur flokkur, sum Vladmir Iljitsj Uljanov, sum kallaðist Lenin, hevði stovnað. Hann var ein eldhugaður kollveltingarmaður. Hann helt at tað nyttaði einki at drepa Zarin, men haraftur ímóti stovna ein sterkan flokk, við lærdum og kollveltingahugaðum fólkið, sum kundi kollvelta gomlu skipanina. Flokkurin hjá honum kallaðist Russiski sosialdemokratiski arbeiðaraflokkurin, men bleiv kallaður bolsjevikkaflokkurin, sum merkir meirlutan. Í 1915 gjørdist uppreistur ímóti sarinum, men eingin politiskurflokkur hevði skipað fyri uppreistrinum. Loyniløgreglan hjá Zarinum hevði gjørt tað sodan at politisku oddamenninir vóru noyddir til at rýma til Vesturevropa, ella vóru burtursagdir til Sibira. Lenin var í Sveis.
Tað var blivi ein stórur ruðuleiki í Russlandi. Russland hevði tapt kríggi móti Japan, og grøðin miseydnaðist so nógv fólk hevði lítið og onki at eta. Tað førdi til ein uppreistur og tað gjørdi at 200.000 fólk fóru til kravgongu til borgina hjá Zarinum í Skt. Pætursborg og kravdu mat. Hetta endaði við at hermennirnir skutu gjøgnum mannafjøldina og eini 1000 fólk vóru dripin. Hesin dagurin er kallaður blóðigi sunnudagurin. Og nú var gongd komin á kollveltingina. Fólk fóru í verkfall og valdi sjálvt ráð, sum skuldi taka ræðið í egna hendur. Uppøstir bøndur herjaðu á góðsini, settu eld á og drupu góðseigarnir. Hermennirnir fóru eisini í part við uppreistrarfólkini, og so smátt byrjaði Zarveldið at detta frá hvørjum øðrum.
1917 – Kollveltingin eydnast
rættaTað var skjótt greitt, at sarstýrið helt ikki ímóti trýstinum, ið stóðst av fyrra heimskríggi. Russisku hermenninir vóru illa útgjørdir, herstýrið sveik, og fleiri hundrað túsund hermenn fullu í bardøgnum. Tað bar á, at vápnaleysir hermenn vórðu beindir í álop. Teir fingu at vita at teir skuldu taka vápnini hjá falnu feløgum sínum. Mannfallið var stórt, og Zarurin, sum skipaði kríggið, varð lagdur undir dugnaloysi, og ónøgdin hjá aðalinum og miðstættinum vaks støðugt. Støðan gjørdist verri og verri. Arbeiði við jarnbreytina steðgaði, og hungursneyð var. Veturin í 1917 var ræðuligur har fólk í hópatalið doyðu í hungri. Í mars orkaðu fólk ikki meira, og enn einaferð brast uppreistur á. Og hesuferð var tað konufólki ið vóru á odda. Tey fóru úr arbeiðinum og út á gøturnar og kravdu mat. Bóndirnir herjaðu á góðsini og býttu jørðina millum hvønn annan, og tá ið tíðindi um uppreistin komu til hermennirnir deserteraðu fleiri túsund herðmenn fyri at keypa sær eitt jarðarstykki, og fyri at samfelagið ikki syndraðist vildi aðalin og miðstætturin hava Zarin frá. Zarurin valdi sjálvur at fara frá. Síðani kom ein fyribilsstjórn og ein nýggji grundlógarskipan var gjørd og tað var endin á sarveldinum.
Boljsevikkar taka ræðið
rættaLenin, sum hevði búð í Sveis, kom aftur til Russlands, við vissu um at kollveltingin hevði givi fólkinum ein annan politiskan hugburð, og aftaná fyrsta veraldarbardaga hevði man ein møguleika at kollvelta kapitalismuna í øllum heiminum, eydnaðist hettar var hann vísur í at so fóru hermenn, bóndir og arbeiðarar í øllum heiminum at fylgja teimum. Lenin segði at heimskollveltingin stendur fyri durunum. Ikki øll vóru samd við hesum, men tað eydnaðist honum at sannføra tey mestu í flokkinum hjá sær, og hann kom upp við einum herrópi sum øll skiltu týdningin av ”Friður, jørð og breyð.” Hetta meintist við at fólkið hevði rætt til mat, jørð og valdi í landinum.
Bolsjevikkarnir vóru góðir til at vísa seg fram, og teir áttu meirilutan í teimun týdningarmestu sovjettunum. Fyribilsstjórnin stóð ikki væl, og eftir ein stuttan skotbardaga tóku hermenn og arbeiðarar hermennirni til fanga. Hetta var 7. novembur 1917.
Ein nýggj stjórn við Lenin á odda var tilnevnd. Við í hesari nevndini vóru Trotskji og ein maður við dulnevninum Stalin. Bolsjevikkarnir vóru vísur í at vinna valið til tjóðartingið, men teir fingu bert 25% av atkvøðunum. Men lenin vildi ikki geva valdið frá sær og tók tjóðartingið av í januar 1918, so aðrir politiskir flokkar vóru bannaðir.
Tað nýggja ríkið setti seg fyri at bøta um viðurskiftini í landinum. T.d skuldu kvinnur hava valrætt og skuldu fáa somu løn sum mannfólk fingu og somu rættindi í hjúnalagnum. Ein av teimun sum vóru á odda við hesum var almannaráðharrin Aleksandra Kollontaj, sum var ikki vældámd millum mannfólk hóðast Lenin stuðlaði henni. Kommunistaflokkurin vildi ei heldur góðtaka kirkjuna tí at tey hildu at kirkjan hevði stuðla Zarinum og valdi hansara, og øll jørðin sum kirkjan hevði átt, bankar og ídnaðurin fóru til landið.
Síðani í mars 1918 eydnaðist tað Lenin at taka Sovjetsamveldið burturúr krígnum, tí hann helt at nú mátti friður valda. Men friðurin kom ikki. Góðseigarar, herðovastar og kirkjan eggjaðu fólki til at fara ímoti kommunistaflokkinum, sum vóru kallaðir teir reyðu. Teir kallaðu seg sjálvan teir hvítu. Hesi báðir partarnir gjørdu at innanlandskríggj byrjaði og hetta kríggji vardi í 3 ár og 7 mio. fólk doyðu. Tey hvítu fingu mangt annað hjálp frá USA, Bretlandi og Fraklandi sum ikki dámdu Leninsa kommunistiska stýrið. Endin var at tey reyðu vunnu. Flestu bøndurnir vóru í parti við teimun reyðu, tí teir óttaðust fyri at missa teirra jørð um teir hvítu vunnu.
Sovjetsamveldið aftaná deyða Lenins
rættaLenin hevði vóna at onnur lond fóru at skipa fyri arbeiðiskollveltingum, og síðani koma til Sovjetsamveldinum til hjálpar. Men allar kollveltingar vóru bardar niður aftur beinaveg. Sovjetsamveldinum var nú blóðfátækt, og noyddist einsamalt svara hvørjum sítt. Í 1924 doyði Lenin, hann hevði stutt áðrenn skrivað eitt politiskt testament, har hann ávaraði ímóti at geva Stalin ov nógv vald. Men ávaringin kom forseint fram, og Stalin hevði longu fingið starv sum aðalfloksskrivari, og hevði stóra ávirkan á hvør kundi sleppa at gerast limur í flokkinum. Natúrligi eftirmaður Lenins var trotskij. Hann hevði verið oddamaður hjá reyðaherinum gjøgnum innanlandskríggið, eisini var hann ein góður røðari og fyriskipari. Hann helt fast um, at sovjetsamveldið skuldi arbeiða fyri heimskollvelting, sum hann helt skjótt fór at koma. Stalin helt, at hetta ikki fór at bera til og vildi heldur tryggja sær sosialismu í einum landi. Sovjetsamveldið mátti nú hava sjálvsálit og dúva upp á natúrligu tilfeingi landsins. Í 1925 misti Trotskij øll álitsstørv, og varð koyrdur úr flokkinum. Hann varð ákærdur fyri at spjaða flokkin, og tað eydnaðist Stalin at koyra hann frá. Í 1929 bleiv Trotskij útihýstur úr landinum.
Keldur
rættaFolkedrab.fo Archived 2010-01-15 at the Wayback Machine