Virgil van Dijk (niðurlendsk úttala: [vɑn ˈdɛik]; føddur 8. juli 1991 í Breda) er niðurlendskur fótbóltsspælari (verjuleikari). Síðan 1. januar 2018 hevur hann spælt fyri enska Premier League felagið Liverpool F.C.. Í mars 2018 gjørdist hann liðskiparin á niðurlendska landsliðnum.[1][2]

Virgil van Dijk

Van Dijk skifti frá Southampton til Liverpool fyri 630 mió. kr (£75 mió.).[3] Avtalan gjørdi hann til táverandi heimsins dýrasta verjuleikara.[4]

Hann var kosin ársins leikari í Europa í 2019.[5][6]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta