Villdunna (frøðiheiti - Anas platyrhynchos) er tann vanligasta villdunnan í Føroyum og forfaðirin til spøku dunnuna, ið verður hildin sum húsdjór. Føroyska navnið dunna stavar sambært málfrøðinginum Christian Matras frá Skotsk-gæliskum tunnag úttalað :dunna:;.

Villdunna


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Anas
Slag: A. platyrhynchos
Anas platyrhynchos

Villdunna er vanligasti antarfuglur, sum eigur í Føroyum. Hon sæst á nógvum vøtnum og áum. Tær flestu villdunnurnar eru her alt árið. Tó koma nakrar fremmandar villdunnur eisini henda vegin um veturin. Í mai-juni verpur bøgan 8-10 egg, sum eru líka stór sum høsnaregg. Dunnan matar ikki ungarnar, men fer við teimum, har føði er.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið