Viðarlundin á Sandinum í Vági
Viðarlundin á Sandinum í Vági (eisini nevnd Parkin á Sandinum) er ein verkætlan sum er í ger í Vági og byrjaði at taka skap á sumri 2011. Ítøkiligar ætlanir um hesa verkætlan byrjaði í 2008. Ein av stigtakarunum til verkætlanina er Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, úr Vági. Verkætlanin gongur út uppá at gera økið á Sandinum í Vági til eitt fríðøkið har fólk kunnu njóta at ganga túr ella sita á einum bonki í vakra umhvørvinum. Fólk hava arbeitt uttan at taka løn fyri tað leygardagar á sumri 2011, barnagarðurin og frítíðarskúlin í Vági hava eisini verið og hjálpt til. Tey sum hava arbeitt við verkætlanini høvdu eina ætlan frá byrjan, sum er gjørd við góðari hjálp frá Mayfinn Norðoy, arkitekti á teknistovuni Kontrast (www.kontrast.fo). Gjørt var eitt uppskot, sum gjørdist útgangspunkt fyri verkætlanini.[1] Heyggjar eru gjørdir rundan um, gøtur eru gjørdar, girðingar eru settar upp og portur. Veitir eru gravaðar, hylur er gjørdur, benkur og borð eru sett upp, malargrót er lagt í runding og plantur eru settar niður har.
Stuðlar
rættaInnlendismálaráðið stuðlaði verkætlanini "Parkin á Sandinum" við 50.000 kr. Lions Club Suðuroy stuðlaði í mai 2011 áhugabólkinum við 50.000 kr. Harumframt hava fyritøkur, stovnar og einstaklingar stuðla antin við pengum, latið vørur ókeypis ella stuðla við sjálvbodnari arbeiðskraft.[2]
Søga
rættaSandurin í Vági er søguligt økið. Fyrsti heimavøllurin hjá Vágs Bóltfelag, sum varð stovnað í 1905, var á Sandinum. Fyrsti heimasdysturin var leiktur á Sandinum, tað var í 1910 móti TB. TB vann dystin 9-0, teir leiktu 3 hálvleikir. Sandurin hevur eisini verið nýttur sum eitt náttúrligt spælipláss hjá børnum, sum búðu í vestara enda av býnum. Tennisvøllur var har síðst í 1920'unum. Økið á Sandinum hevur eisini verið nýtt til beitið hjá seyði og tarvi. Sandurin verður nevndur í søgnini um Tofta Regin: Vestur um bygdina fóru teir, eftir sandinum – tá var skamt ímillum teirra – og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksið á honum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. [3]