Vatnið (Vágur)
Vatnið er eitt vatn í Suðuroynni, vestanfyri bygdina Vág og eystanfyri Vágseiði. Vatnið hevur fleiri nøvn, men fólk flest rópa tað bara Vatnið. Onnur nøvn eru Vágsvatn og Eiðisvatn.[1] Gongugøta er allan vegin kring Vatnið, har ganga fólk ofta túr. Fjølbroytt fuglalív er kring Vatnið og á Vatninum. Ein á rennur úr Vatninum oman í Ósan og síðan á sjógv. Henda áin eitur Laksá. Vágs kommuna hevur gjørt gongugøtu øðrumegin við Laksá (á syðru síðu) frá Vatninum til Líðarveg. Beint vestanfyri Vatnið er ítróttarøkið hjá vágbingum. Har er Vágshøll og fótbóltsvøllur við graslíki. Millum vøllin og ítróttarhøllina er VB-húsið.[2]
Flóðalda fyri 7000 árum síðan
rættaSerfrøðingar meina, at ein flóðalda (tsunami) hevur rakt Føroyar fyri umleið 7000 árum síðan. Hetta var í samband við eitt stórt skriðulop, sum nevnist Storegga. Flóðaldan rakti alt tað norður atlantiska økið. Tekin um hesa flóðaldu eru funnin tvey støð í Føroyum: á Vatninum við Vágseiði og á Eiði í Eysturoynni.[3]
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ Sudurras1.com, Hugleiðingar: 20 minuttir kring Vágsvatn[deyð leinkja]
- ↑ "Vagur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-01-19. https://web.archive.org/web/20130119072858/http://www.vagur.fo/Default.aspx?pageid=681&NewsItemID=495. Heintað 2011-04-11.
- ↑ Jardfeingi.sansir.net (docs.google.com)