Veðurfrøði
Veðurfrøðingar eru vísindafólk, sum granska veðrið og "spáa", hvussu ið veðrið verður. Teir kanna vind, hita, skýggj og lufttrýst. Veðurmátingar verða tíðum goymdar at samanbera við í komandi tíðum. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi fimm dagarnar. Men hóast nógva vitan og framkomna tøkini, so er veðrið náttúrumáttur, sum menniskjan einki ræði á. Veðurstøðir víða hvar í heiminum samstarva um veðurmátingar av skipum, úr flogførum og ómannaðum veðurstøðum á landi. Ómannað veðurstøð er átøk rimakassa á fýra høgum stuðlum. Nógvar ferðir um samdøgrið senda veðurstøðir ballónir við mátitólum og sendarum upp í loft at gera mátingar í luftini. Rúmdarfylgisveinar senda myndir niður á jørðina, og tær sýna skýggj, hátrýst, o.a.
Veðurmátingar
rættaVeðurstøðir í øllum londum samstarva sínaámillum um veðurkanningar og um mátingar úr fylgisveinum og ymiskum mátistøðum. Serútbúnar teldur spáa um veðrið og tekna veðurkort við veðurforsøgn fimm dagar fram. Forsøgn og veðurkort veða latin flogførum, skipum, dagbløðum, sjónvarps- og útvarpsstøðum. Veðurkort sigur, hvussu veðrið verður á víðum øki. Veðurkortið sýnir lufttrýst, hita- og kuldabrýr. Javntrýstlinjur ganga gjøgnum støð við sama lufttrýsti. Er stutt ímillum linjurnar, bendir alt á, at nógvur vindur er har á leið. Millumtjóða mátieindin fyri lufttrýst er hektopascal, sum hevur súmbolið hPa. Miðal lufttrýstið á jørðini er 1013 hPa. Gamla mátieindin millibar er tann sama sum hektopascal.
- Heliometur (sólarmátari): Sólarmátarin vísir sera snildisliga, nær sólin hevur skinið. Hann hevur stóra glaskúlu, ið er sum sterkt brenniglas og miðsavnar sólargeislarnar. Sólargeislarnir brenna merki á mátipapp. Brennimerki á timabýttum pappí vísir, nær sólin hevur skinið.
- Pluviometur (regnmátari): Tá ið skýggini hækka og kólna, verður tað avfall. Regnmátarin mátar, hvussu nógv avfall (kavi og regn) er niðurkomið. Regnið rennur í trekt niður í málistrokkar, merktir við málistrikum. Avfallsmongdin verður málað hvønn dag.
- Anemometur (vindmátari): Tá ið sólin heitar luftina, spjaðist hon og rúmkast, og so verður vindur. Veðurfrøðingar máta vindmegi við vindmátarum. Av vindferðini, mátað í metrum um sekundið, sæst, hvussu skjótt annað verður nærkast. Veingir, álíkir hálvkúlu, snarast í vindinum, og vindmegin sæst á merktum stiga.
- Barometur (lufttrýstmátari): Lufttrýstmátari er veðurglas, sum er bundið í skrivitól. Við millumbilum mátar hann lufttrýstið. Í flestum húsum sæst lufttrýstið á veðurglasinum. Er lufttrýstið høgt, verður ofta líggjandi góðveður. Lágt lufttrýst hevur vind og regn við sær. Lufttrýstmátarin teknar strikumynd á pappír. Pappírið goymist.